Ein spennandi og drúgv verkætlan hevur seinastu árini tikið skap í miðbýnum í Klaksvík.
- Øll hava kunnað fylgt við byggingini uttanfyri, men í dag fær almenningurin høvi at koma inn í Varpið til eina heilt serstaka uppliving.
Tað er stýrið fyri Varpið, sum bjóðar øllum á gátt í dag frá klokkan 17-19.
- Byrjað verður við røðum og sangi klokkan 17, og aftaná verður nógv spennandi á skránni, eitt nú sangur, upplestur og framførslur av ymiskum slag.
Framførslurnar eru væl umboðaðar av fjølbroytta mentanarlívinum í býnum.
- Eisini verður boðið kaffi og køku, og øll eru hjartaliga vælkomin í Varpið, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.











