Í Nes kommunu hava tey útbygt frítíðarskúlan á Brekkukletti munandi, og her hava tey eisini dagført tann eldra partin av skúlanum.
Nú alt hetta arbeiðið er liðugt, og kommunan nú eigur ein stásiligan frítíðarskúla, ynskir Nes kommuna at bjóða fólki inn á gólvið at síggja verkið og góðu umstøðurnar.
Avgjørt er, at opið hús verður í frítíðarskúlanum fríggjadagin hin 10. juni og almenni parturin, har øll eru vælkomin á gátt, verður í tímunum frá klokkan 16 til 18 henda dagin.
Klokkan 16 fer formaðurin í trivnaðarnevndini hjá kommununi, umboð fyri FuglArk, borgarstjórin í Nes kommunu og leiðarin í frítíðarskúlanum at siga nøkur orð.
Ein sangbólkur fer at framføra nøkur løg, og Nes kommuna fer at bjóða gott til góman og okkurt leskandi við høvið.
Eftir røður, frágreiðingar og hugnaligan sang verður høvi hjá almenninginum at síggja bæði nýggja bygningin og tann eldra partin, sum er eisini er dagførdur.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja frítíðarskúlan og hoyra, hvat her er gjørt, siga tey í Nes kommunu í dag.











