Opið bræv til leiklistaráðið

Viðvíkjandi valinum hjá leiklistaráðnum at endurseta Jenny C. Petersen sum stjóra á Tjóðpalli Føroya.

 

Endursetti stjórin

16. desembur í ár varð Jenny C. Petersen endursett sum stjóri á Tjóðpalli Føroya á triðja sinni.

Fyrst og fremst vil eg ynskja henni tillukku við starvinum.

Tó skal ikki dyljast  yvir, at eg, sum sjónleikari, tónlistamaður og leikstjórið, eri sera vónbrotin av hesi avgerð.
Tjóðpallur Føroya hevur nú virkað í 10 ár. Í einum lítlum landi sum okkara er hetta í sær sjálvum, eitt bragd og vónandi eru fólk flest samd um, at føroyska samfelagið hevur havt stóran ágóða av yrkisleiklistini.
Fólkið sum myndar Tjóðpallin (yrkis-leikarar, -leikstjórar, -leikritahøvundar, -ljós og -ljóðfólk, -scenografar o.o.) hava eisini eldhugað lagt lív og sál í leiklistarliga arbeiðið.

Tí var eg helst ikki eina um at bíða  í spenningi eftir, at stjórin næstu 5 árini skuldi setast.
Hvørja kós mundi tjóðleikhús okkara nú fara at seta.

Tá so Leiklistaráðið boðaði frá, at sami stjóri, sum hevur sitið seinastu 10 árini (einasti stjóri, sum nakrantíð hevur sitið) varð endursettur, var mær ovboðið.
Hetta var eitt afturstig heldur enn eitt framstig.

Eingin nýhugsan. Bara vani.

 

Yrkisleikhúsið

Fyri eitt yrkisleikhús, við fríyrkisfólki knýttum at sær, er alneyðugt at niðanfyri standandi viðurskifti eru í lagi:

1. Samskipan – Eitt yrkisleikhús skal hava eina ætlan minst 1 ár fram í tíðina. Leikarar, leikstjórar og onnur starvsfólk, mugu hava arbeiðsboð minst 6 mánaðar frammanundan, at ein verkætlan fer av bakkastokki. Boðast má frá, hvørjum leiki arbeiðast skal við, hvørjum fólki arbeiðast skal saman við og nær arbeiðast skal. Eru hesi viðurskifti ikki í lagi, gerst tað torført hjá fríyrkisfólki at leggja ætlanir um sítt arbeiðslív.
2. Samskifti – Eitt yrkisleikhús hevur samfelagsliga ábyrgd. Skal leiklistafólki kenna hesa ábyrgd, er neyðugt, at stjórin vísir gjøgnumskygni og opinleika í samskifti sínum.
Tað skal vera greitt, hvørji aðalendamál leikhúsið hevur. hvør er listarligi leisturin, hvørjir samfelagsligir problematikkir skulu viðgerast, o.s.fr.
Ein leikhússtjóri má fylgja væl við, hvat hendir listarliga og samfelagsliga, bæði her heima og í útheiminum og samstundis vísa førleika at tvinna hesa vitan saman við leistinum, sum leikhúsið virkar eftir.
3. PR – Leikskrá skal kunngerast undan hvørjum leikári. PR-arbeiði og branding av einum leikhúsi má vera neyvt lagt til rættis.
Eisini er eitt støðugt samskifti við miðlarnar neyðugt. Almenningurin skal vita, hvat rørir seg í einum yrkisleikhúsi.
4. Visión: Stjórin má brenna fyri leiklistini. Stjórin má hava okkurt at fortelja, leikir, ið hann vil seta upp, problematikkir, ið hann vil varpa ljós á, o.s.fr.
5. Endamál: Eitthvørt leikhús má, tilvitað stremba eftir at náa sínum endamálum. Ein endamálsorðing skal ikki bert vera orð, men eisini sýnast í verki.

Samanumtikið: Eitt yrkisleikhús krevur ein stjóra, sum hevur breiða vitan um bæði list og samfelag, ein stjóra, sum hevur eldhuga og dirvi til nýhugsan, er inkluderandi og sum tekur fulla ábyrgd av øllum tí, sum eitt stjórastarv inniber.

 

Leiklistaráði

Eftir minum tykki, hevur stjórin, sum hevur sitið seinastu 10 árini, og sum nú er endursettur, ikki livað upp til hesi krøv.

Eg meti at samskipan, samskifti og PR hava verið illa handfarin. Eg havi saknað listarligar visiónir, endamál og kontinuitet á Tjóðpalli Føroya.
Stutt sagt meti eg at Tjóðpallurin  leingi hevur saknað ein leiðara í orðsins fulla týdningi.

Mær er sagt, at í fleiri umførum er Leiklistarráðið kunnað um hesa ónøgd, uttan at hava tikið atfinningarnar í álvara. Leiklistaráðið hevur endursett sama stjóra fyri triðju fer, væl vitandi um misnøgdina, sum hevur verið seinastu árini. Hetta er átaluvert og er ábyrgdarleyst, bæði yvirfyri stjóranum og leiklistafólkunum.

Eg  kann tískil staðfesta, at leiklistaráðið ikki hevur tikið til eftirtektar, at tað eru yrkis-leikarar, -leikstjórar, -leikritahøvundar, -scenografar og -ljóð- og ljósfólk, sum, í samstarvi við stjóran, mynda Tjóðpall Føroya.

 

Við vón um broyting,


Búi Egason Dam, sjónleikari, leikstjóri og tónlistarmaður