Opið bræv til Jacob Vestergaard

Tað má vera mark fyri, hvussu lætt farið verður um sannleikan

Tað má vera mark fyri, hvussu lætt farið verður um sannleikan

 

Sjúrður Skaale

 

Fleiri valevni hjá Fólkaflokkinum hava farnu dagarnar sett fram ótrúliga grovar pástandir um tann leiklut, sum Javnaðarflokkurin hevði í makrelmálinum.

 

Hetta hevur verið so óseriøst, at eg ikki havi tímað at svarað tí.

 

Men nú kemur tí sjálvur fiskimálaráðharrin fram á vøllin, og sigur soleiðis:

 

"Okkara fólkatingsumboð stóðu sum "ryssa yvir deyðum fili". Spurnartekin varð sett við ríkisfelagsskapin og rættindini hjá føroyingum í ríkisfelagsskapinum, men hóast hetta var eitt upplagt evni at taka upp á Fólkatingi, gjørdu okkara fólkatingsumboð ikki vart við seg á nevniverdan hátt."

 

Eg havi mangan alment róst Jacob fyri, at hann kláraði at standa ímóti trýstinum í hesum stóra stríðnum. Tað vil eg fegin gera aftur.

 

Men hann veit, at hann einki hevði kunnað gjørt uttan stuðul. Tí er tað lítið sømiligt, at hann á hendan hátt niðurger leiklutin hjá øðrum.

 

Avgerandi stuðul
Jacob veit væl, at tey bæði altjóða sakarmálini móti ES, sum vóru púra avgerandi, neyvan høvdu kunnað verið førd, um føroyska skipanin ikki hevði eitt jarnbrot í Fólkatinginum.

 

Jacob veit eisini, at umboð Javnaðarfloksins á Fólkatingi sanniliga tók hetta málið upp - altíð og allastaðni, har tað kundi takast upp. Jacob veit, at hetta varð gjørt í samráð við føroyskar myndugleikar. Og hann veit, at hetta lætti væl um tað samstarv og tað samskifti, sum var millum danskar og føroyskar myndugleikar um hetta mál.

 

Til tess at minna Jacob á tíðina, leggi eg her út tvey smá filmsbrot úr tí "politiska maskinrúminum".

 

Annað er úr kjakið við donsku makrelvinnuna, sum vildi hava Danmark at atkvøða fyri boykottinum: www.youtube.com/watch

 

Og tað seinna er frá fundi í Føroyanevndini tann dagin, ES samtykti tiltøkini, sum kann síggjast VIÐ AT TRÝSTA HER:

 

 

Tað, sum eg føri fram á myndunum, geri eg í samráð við føroyskar myndugleikar. Tað VEIT Jacob Vestergaard.

 

Tað má vera mark fyri hvussu lætt mann fer um sannleikan - hóast tað er val.