Opið stríð í ísraelsku stjórnini

Ísraelski uttanríkisráðharrin, Shimon Peres, fanst í gjár hvassliga at forsætisráðharranum, Ariel Sharon, í sambandi við royndina at fáa frið í Miðeystri.

 

- Tað er neyðugt at leggja bæði álvara og kenslur í samráðingarnar um frið, og her er munur á mær og forsætisráðharranum, segði Shinom Peres á einum fundi í Arbeiðaraflokkinum í gjár.

Hann legði tó dent á, at ósemjan millum seg og stjórnarleiðaran er ikki persónlig.

Shimon Peres hevur tikið undir við kravinum hjá Sharon um, at sjey dagar uttan ófrið er fyrsta treytin fyri, at Ísrael kann ganga við til samráðingar um at seta ta sonevndu Mitchell-frágreiðingina í verk.

Í Mitchell-frágreiðingini verður víst á fleiri tiltøk, sum verða hildin at vera neyðug fyri at linna spenningin millum ísraelsmenn og palestinar, soleiðis at partarnir aftur kunnu setast við samráðingarborðið.

Amerikanska stjórnin hevur leingi hildið seg burtur frá ófriðinum í Miðeystri, men seinastu tíðina hava bæði George W. Bush, forseti og Colin Powell, uttanríkisráðharri biðið ísraelsmenn og palestinar binda frið. Powell hevur eisini kravt, at ísraelski herurin skal taka seg aftur úr teimum palestinsku økjunum.

Tveir amerikanskir semingsmenn eru í løtuni í Miðeystri. Annar teirra, Anthony Zinni, hitti nú um dagarnar palestinska leiðaran, Yasser Arafat. Eftir funin segði Zinni, at útlit eru til broyting í Miðeystri.

(Fartekst)