Hondbóltur
VB hevði ongan útlendskan leikara á liðnum, tá tær sunnudagin taptu fyri StÍF. Hetta tí vágbingar ikki tordu at hava hesar við.
Sum so ein heldur løgin frágreiðing, og talan er so avgjørt ikki um nakað heilt vanligt mál. Støðan hjá VB er nevnliga tann í løtuni, at ivamál er um, hvørt leikararnir yvirhøvur kunnu vera í Føroyum. Hetta er eitt mál, sum í løtuni verður kannað, og so leingi, sum nøkur óvissa er, tora vágbingarnir ikki at nýta tær báðar nýggju útlendsku, sum komu í felagið í ár.
- Sum støðan er í løtuni, so fáa vit ikki gjørt stórt annað. Vit hava spæliloyvið frá bæði HSF og EHF, men eftir ráðum frá sakførara, so vilja vit bíða við at nýta leikararnar, til alt hetta málið er avgreitt, sigur ein sera harmur Bogi Mortensen, sum er maðurin aftan fyri hondbóltin í Vági.
- Men eg má siga, at fyri okkum er støðan sera harmilig. Nú havi eg fingist við hondbólt í somikið nógv ár, men tá partarnir fara at melda hvønn annan, tá eru vit komin for langt. Vit skulu hugsa um, at tað eru eisini fólk, sum vit hava við at gera, og í løtuni vita leikararnir ikki, um tær eru keyptar ella seldar.
Vilja hava greiðar reglur
Bogi vil ikki siga nakað um, hvør tað er, sum hevur meldað, men lítil ivi er um, at tað er VÍF, sum fær skoluna í Vági.
Og formaðurin í VÍF, Jógvan Sigurd Poulsen, váttar eisini, at tað eru tey, sum eru upprunin til málið, men hann leggur afturat, at teirra ætlan ongan tíð hevur verið at meldað nakran.
- Vit hava sent ein fyrispurning til fútan. Tað er rætt. Orsøkin til hetta var, at vit vilja hava greitt at vita, hvussu mannagongdirnar eru, tá útlendskir leikarar skulu fáast til landið. Í okkara føri hava vit í nærum hálvt ár nýtt eina rúgvu av tíð og orku til at fáa øll pappír í rættlag, soleiðis at vit kundu fáa tvær kvinnur til landið. Men tá vit so frættu, at VB fekk sín málverja innan fimm dagar, so sigur tað seg sjálvt, at vit eru ónøgd.
- Tí sendu vit eitt skriv til fútan, har vit bóðu tey kanna, hvørt tað vóru vit, sum høvdu gjørt nakað skeivt, og á tann hátt seinkað hesum pappírsarbeiðinum, ella um onnur feløg nýttu skeivar mannagongdir.
Fingu boð við flúgvarakenning
Men eftir øllum at døma, so hevur fútaskrivstovan uppfatað hetta soleiðis, at VÍF hevur meldað VB fyri at nýta ólógligan leikarar. Í øllum førum sigur VÍF-formaðurin, at tað næsta tey frættu um málið var umvegis VB, sum hevði fingið eina politisak upp á nakkan.
- Hetta kom soleiðis, at eitt starvsfólk á fútaskrivstovuni situr við kenning í flogfarinum. Av tilvild situr venjarin hjá VB við síðuna av, og hesin fær nú at vita, at tey eru ákærd fyri lógarbrot.
- Eitt er, hvusus okkara skriv varð uppfatað, men tað er undir alt lágmark, at eitt starvsfólk hjá fútanum soleiðis skal siga frá, hvør hevur gjørt hvat í einum máli. Hatta eru skjøl, sum als ikki eru almenn, so hatta líkist svartasta ongum, sigur Jógvan Sigurd.
Og so leggur hann afturat, at fyri at beina misskiljingar av vegnum, so hevur VÍF eisini sent eitt nýtt skriv til fútan.
- Fyri okkum er tað sera harmiligt, at eitt mál er tikið soleiðis upp á fútaskrivstovuni, tí vit hava avgjørt ikki ætlað at meldað nakran. Tað sum vit vilja hava, eru greiðar reglur á økinum, tí hetta er ein trupulleiki, sum ikki bara vit sita við. Hetta er galdandi fyri flestu hondbóltsfeløgini í landinum, og eisini i fót- og flogbólti kenna tey til trupulleikan.
- Og so hava vit eisini sent nýtt skriv til fútan. Har hava vit gjørt vart við, at vit ikki hava ákært nakran fyri lógarbrot, og har vit nokta fyri, at okkara skriv kann verða nýtt í møguligari ákæru móti nøkrum felagi.