Opið á kvøldi og skeið fyri konufólk

P/F Wenzel, ið selur Ford bilar, ætlar sær nú undir at hava opið mikukvøld og at skipa fyri skeiðum fyri kvinnur, har tær m.a. kunnu læra at skifta hjól. Tað eru kvinnur, ið fara at hava skeiðini

P/F Wenzel byrjar í morgin nýtt tiltak. Ætlanin er at finna útav, um føroyingar hava hug at støkka inn á gólvið á kvøldi, ístaðin fyri at seta tíð av teir skundmiklu yrkadagarnar.

Mikukvøld verður framyvir opið hjá Wenzel frá klokkan 19 til 22. Byrjað verður í morgin.

Hetta er ein roynd, tí tey fegin vilja royna okkurt nýtt. Enn vita tey ikki, um áhugi er fyri hesum, men tey ætla at vita um tað riggar, siga tey hjá P/F Wenzel.


Skeið fyri kvinnur

So við og við er ætlanin at menna tiltakið og útbyggja tað soleiðis, at skeiðvirksemi eisini kemur afturat. Hetta verður seinni í heyst.

Tá er ætlanin, at kvinnur skulu hava møguleika at koma á skeið fyri at læra ymiskt grundleggjandi í samband við bilin. Tað kann t.d. vera at skifta hjól, olju ella viskarabløð. Tað vera konufólk, ið undirvísa á skeiðunum.

P/F Wenzel letur nýggjan bygning byggja og ætlandi verður ymiskt av virkseminum í nýggju hølunum. Hjá P/F Wenzel eru tey spent, um fólk fara at taka undir við nýggja tiltakinum. Mikukvøld ber til at fara út til Wenzel at fáa kvøldkaffi og hyggja at nýggjum bilum, ístaðin fyri at leggja seg á sofuna.

Nýggi bilurin hjá Ford, ið nevnist Focus, er nógv eftirspurdur og væl er selt av honum, siga tey hjá P/F Wenzel.