Fótbóltur
Tað hevur leingi verið tutlað í krókunum, og á sjónvarpsskíggjanum í gjárkvøldið stóð stríðið í ljósum loga.
Undan prátinum millum sjónvarpsvertin og Høgna í Stórustovu var eitt innslag við Steinfinni Mittelstein, stjóra í P/F Havnar Fótbólti, har hesin helt, at aðalskrivarin í FSF var ein av høvuðstrupulleikunum í rokanum, sum FSF hevur verið partur av seinastu tíðina.
Beinleiðis spurdur, vildi FSF-forsetin ikki gera viðmerkingar til hetta, og tann tøgnin í sjálvum sær segði nóg so nógv meira enn nógv orð vildu sagt.
Og tá FSF-forsetin seinni legði beinleiðis eftir umsitingini, sum hann segði hevði likið trúnaðarskjal út til fjølmiðlarnar, stóð stríðið víðopið á sjónvarpsskíggjanum.
Tí tað er er eitt álvarsmál, tá ein leiðari á henda hátt leggur efitr síni egnu umsiting. Ikki minst, tá sami leiðari man vera fullvæl vitandi um, at skjalið viðvíkjandi flytingini av Hjalgrími Elttør finst í minst trimum eintøkum – eitt til hvønn avtalupartin.
Samanvavstur
Hvussu er og ikki, so hevur tað seinastu tvey árini verið ein sannroynd, at umsiting og politiski toppurin ikki hava fylgst serliga væl í Fótbóltssambandinum.
Í ár kunnu nevnast nevnast málini um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen og Hjalgrím Elttør, hóttandi avlýsingin av steypafinaluni umframt leikbannið, sum Aganevndin fríggjadagin gav Ahmed Keita, men sum forsetin av sínum eintingum strikaði aftur sunnudagin.
Í báðum málunum um spæliloyvið var talan um mál, sum vóru avgreidd umsitingarliga, men har forsetin síðani tók aktivan lut í málsviðgerðini.
Í málinum um steypafinaluna var ein avtala í fyrsta lagi gjørd, sum eftir øllum at døma gav havnarfeløgunum helmingin av inntøkunum fyri dystin. Og tað var ein avtala, sum hini feløgini í landinum als ikki vildu góðtaka.
Og líkamikið, hvør fatanin annars var um Keita-málið, har Aganenvdin ikki fylgdi fyriskipaðu mannagongdunum, so er tað ikki eitt heimildarøkið hjá forsetanum at grípa inn í avgerðir hjá Aganevndini.
Sjálvandi hevur forsetin ábyrgd av, at lógirnar verða fylgdar, men tað merkir ikki, at forsetin av sínum eintingum í tíð og ótíð skal traðka inn í málsviðgerðir, har hann er ósamdur í tí, sum er farið fram. Var tað meiningin, so var eingin orsøk at skipa FSF í nevndir og deildir. Og FIFA-reglurnar, sum eru altjóða krav til FSF, fyriskriva eisini púrasta greitt, at skilnaður skal vera millum lóggevandi og útinnandi valdið, soleiðis sum tað eisini er siður í samfelagnum, sum finst uttan fyri fótbóltsheimin.
Í minniluta
Tað tykist eisini greitt, at leikluturin hjá forsetanum í nøkrum av málunum hevur elvt til ófrið millum fleiri av hinum nevndarlimunum í FSF.
Og hóast tað lá ímillum orðini, sum vórðu søgd á sjónvarpsskíggjanum í gjárkvøldið, at forsetin væl kundi hugsað sær nakað av útskifting í toppinum av síni fyrisiting, so man tað vera meira enn ivasamt, um forsetin hevur nakran møguleika at fremja hesar broytingar. Snøgt sagt, tí hann eftir øllum sólarmerkjum at døma er í minniluta í starvsnevndini.
Og tað kann væl gerast ein álvarsligur trupulleiki hjá forsetanum sjálvum. Um hálvt ár er aðalfundur hjá FSF á skránni, og verður dansistevið í nevndini ikki betri enn tað sama, kann Høgni í Stórustovu væl standa í eini truplari støðu til ta tíð.
Hvussu er og ikki, so er neyvan nakar ivi um, at stríðsøksin er grivin upp í stóra húsinum við Tórsvøll, og so fæst helst at vita, hvussu hart hendan verður sveiggjað.