Síðstu sjey árini hava klaksvíkskvinnur veruliga sitið á trúnuni í føroyskum kvinnuhondbólti, tí Stjørnan hevur hetta tíðarskeiðið vunnið meistaraheitið fimm ferðir og steypakappingina seks ferðir. Eisini hevur Stjørnan mestsum verið partur í øllum finalum, sum yvirhøvur hava verið hesi árini, so tí hava spælararnir hjá Stjørnuni roynt alt tað, sum vert er at royna.
Tað hava spælararnir hjá Neistanum ikki, men hinvegin hevur Neistin sum felag gjøgnum árini vunnið ikki færri enn 36 meistaraheiti og 11 steypakappingar, ið eru hagtøl, einki av hinum feløgunum kann kappast við í søguligum høpi.
Síðsta meistaraheitið hjá Neistanum finst tó afturi í 1997, men síðsta vunna steypakappingin er eitt sindur nýggjari, frá 2006. Tó skulu vit ikki longur aftur enn til 2008, tá júst Stjørnan og Neistin máttu út í tríggjar steypafinalur, tí Neistin heldur óvæntað vann ta fyrstu, men Stjørnan so tók hinar báðar og føroyameistaraheitið.
Kunnu gerast tríggjar
Sunnudagin fæst kanska ein ábending um, um FM-finalurnar hesa ferð skulu minna um tær í 2008, so Neistin byrjar við einum sigri, ella um Stjørnan verður liðið, sum leggur betur út. Eftir teimum úrslitum at døma, ið hava verið síðstu tíðina, hevur Stjørnan ikki rættiliga havt tað góða, gamla flogið, meðan Neistin bara hevur tikið seg meira fram dyst fyri dyst.
Í Sunset-kappingini hava úrslitini í teimum fýra innanhýsis dystunum lagað seg soleiðis, at Stjørnan hevur vunnið sínar báðar heimadystir og Neistin sínar. Á vegnum hava liðini stríðst við eitt triðja oddalið, Tjaldur, sum streyk avstað við steypasigrinum, men ikki rakk á mál í landskappingini, men har hava bæði Stjørnan og Neistin staðið seg betur innanhýsis og vóru at enda uppløgdu finalistarnir.
Nógv kundi bent á, at spennandi støðan frá 2008 kann endurtaka seg, so liðini vinna hvør sína av teimum báðum fyrru finalunum, og at tað tí verður ein triðja finala, ið skal avgera alt.









