Heathrow-floghavnin í London, sum er tann størsta í Evropa og sambindingarlið í altjóða flogferðslu, lat upp aftur stutt fyri midnátt í gjárkvøldið. Tað fyrsta flogfarið, sum fór á flog frá Heathrow, var eitt flogfar hjá British Airways, sum fór til Kanada, og hetta var tað fyrsta flogfarið, sum var farið á flog haðani síðani seinasta hósdag.
Bretsku loftferðslumyndugleikarnir kunngjørdu í gjárkvøldið, at øskan í bretska loftrúminum var minkað so nógv, at hon órógvaði ikki flogfør.
Kastrup-floghavnin í Keypmannahavn er eisini opin í morgun, men fyribils er danska loftrúmið bara opið til klokkan 10 fyrrapartin. Ekstrablaðið skrivar á heimasíðuni, at tað er ruðuleiki í floghavnini, sum hevur verið stongd í fleiri dagar.