Opið hús við móta­sýn­ing og tón­leiki

OPIÐ HÚS verður á Handils­skúlanum á Kambs­dali miku­kvøld­ið 7. mars mill­um 18 og 22. Á skránni verður kunn­ing um skúlan, tón­leik­a­framførslur, mót­a­sýning, v.m.

Sætta árið á rað verður skip­að fyri hesum tiltaki, ið er blivið alsamt størri og betur vitjað.
Lærarar, næmingar og lestr­arvegleiðarar fara sum vanligt at kunna um út­búgv­ingar skúlans og tær læru­greinir og tey tiltøk, sum eru á skúlanum.
M.a. verður kunnað um nýggju møguleikarnar við 3 ára HH og um ítrótt­ar­breytina.
Sum vanligt verður mót­a­sýning har næmingar á skúlanum fara at sýna fram nýggjasta mótan, og liv­a­ndi tónleikur er eisini á skránni.
Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22. Møguleiki verður í hes­um tíðarskeiðinum at kunna seg um skúlan og útbugvingar skúlans á kunningarvásunum. Ym­isku framførslurnar fara fram frá 19 til 21 í mat­ar­høll skúlans.
Á Handilsskúlanum á Kambsdali eru út­búgv­ing­ar­til­boð­ini FHS-ú­t­búg­v­ingin og HH-útbúgvingin. FHS er ein eitt ára støð­is­útbúgving, ið er neyðug hjá lærlingum innan skriv­stovu- og handilsyrki og samstundis neyðug fyri at sleppa inn á 2 ára Hægri Handilsskúla (HH).
Sum nakað nýtt verður í ár møguligt hjá næmingum at velja seg beinleiðis inn á eina 3 ára HH-útbúgving eftir 9. ella 10. flokk.
Handilsskúlin á Kambs­dali bjóðar eisini evnaríkum ítróttarfólki á ítróttarbreytina, sum í fyrsta umfari umfatar fót­bólt.
Aðalmál skúlans er at veita eina dygdargóða og nútímans útbúgving í einum mennandi og liv­andi umhvørvi.