Opið hús savnast fult hús

Teir ungu sandingarnir nýtast ikki at sita fyri einki heima við hús ella ganga og mala uttandura. Eitt nýtt og vælumtókt tilboð til tey er nú byrjað í ungmannafelagshúsinum á Sandi.
 Húsið verður nógv vitjað. Og tí eigur hetta virksemið við opnum húsi at halda fram, sigur Erling Arnarson, sum er leiðari fyri hetta arbeiðið.

Sandur: Fýra dagar um vikuna hava ungfólkini nú møguleika at koma til opið hús í ungmannafelagshúsinum "Virkið".
Síðani 1. oktober í fjør hevur verið koyrt við hesi skipanini, har húsið er opið til ymiskt virksemi fyri teir ymisku aldursbólkarnar.
Frammanundan kannaðu tey, hvussu arbeiðið við Margarinfabrikkini í Havn er skipað, og í fjør varð so lagt til brots.
Hetta tilboðið á Sandi hevur eisini skapt áhuga aðrastaðni, tí herfyri vóru nakrar gentur úr Eysturoynni og spurdu seg fyri, hvussu arbeiðið er skipað her.
Skipanin er soleiðis, at mánadag og mikudag er opið seinnapartin fyri teim 7 til 12 ára gomlu, og týsdagar og hósdagar er opið fyri teimum 13 ára gomlu og eldru um kvøldarnar.
 Tað er stuttligt at síggja, at ungdómurin av Sandi tekur so væl undir við tiltakinum. Og somuleiðis, at tey ungu úr hinum bygdunum eisini koma higar, sigur Erling.


Tónleikur og spøl
Sandingar hava verið so hepnir, at fólk fyri nógvum árum síðani sóu týdningin av at útvega bygdini egið ungmannafelagshús.
Hetta húsið hevur hýst mongum ymiskum virksemi, men síðani í heyst hevur hetta nýggja tilboðið sett sín serstaka dám á ungdómslívið hjá sandingum og sandoyingum í síni heild.
Her ber til at koma saman fyri at hugna sær við práti og teimum mongu spølunum, sum finnast í húsinum. Her eru bæði borðtennis, ein hópur av brettspølum, fótbóltsspæl og dart.
Til tess at gera tað enn meiri spennandi varð skipað fyri eini borðtenniskapping í desember mánaði, har ikki færri enn 49 ung og tilkomin luttóku. Vinnararnir fingu bæði heiðursmerki og gávukort.
 Hetta var eitt sera væleydnað tiltak. Og tað er eisini stuttligt at vísa, at sandingar somuleiðis kunnu íðka annan ítrótt enn fótbólt, sigur Erling og vísir á, at áhugin fyri borðtennis er so stórur, at tað mangan er kø frammanfyri borðtennisborðini í ungmannafelagshúsinum.
Skipað verður eisini soleiðis fyri, at tey ungu kunnu læra seg føroyskan dans, eins og diskotek er ein fastur táttur í skránni fyri vikuna.


Kann ikki steðga
Henda ætlanin við einum húsi fyri ungdómin á Sandi er bert ein roynd.
Men hetta er kortini ein roynd, sum allir partar vóna fer at halda fram. Hesir partar eru Sands kommuna og leiðarin, og ikki minst øll tey ungu.
Tað er ikki at taka seg aftur í, at tey ungu hava tikið sera væl ímóti hesum tilboðnum, og møta trúfast upp kvøld eftir kvøld.
 Tað er ikki óvanligt, at tað eru eini 40 ungfólk herinni eitt slíkt kvøld, sigur Erling.
Hetta vísir, at hetta tilboðið hevur rakt ein tørv. Tí nú fáa tey ungu møguleika at hittast í tryggum og góðum karmum, samstundis sum teimum standa fleiri ítriv í boði.
 Tí vóna vit eisini, at hetta tilboðið fer at halda fram komandi vetur. Tað hevði stórt spell um hetta datt niðurfyri.
 Hetta er so væl umtókt, og tí kann tað ikki steðga nú, sigur ein íðin Erling.