Opið hús í nýggja barnagarðinum

Sunnudagin 16. juni 2013 verður opið hús í nýggja barnagarðinum á Sandi, í samband við at nýggi barnagarðurin verður tikin í brúk mánadagin 17. juni 2013.

Nýggi barnagarðurin er bygdur uppí verðandi barnagarð, sum hereftir einans fer at hýsa vøggustovuni.

Í løtuni eru 32 børn í barnagarðinum og vøggustovuni á Sandi, men við nýggju hølunum verður pláss fyri 56 børnum.

Nýggja lonin er 200 fermetur, og er kostnaðurin á henni góðar tvær milliónir krónur. Sands kommuna hevur bygt barnagarðin yvir raksturin farna árið, og hevur sostatt ikki upptikið lán at byggja fyri.

Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja barnagarðin sunnudagin millum klokkan 15 og 18.