Opið hús í Miðvági

Leygardagin 1. oktober klokkan 15 hava miðvingar opið hús, tá ið móttøka verður í sambandi við, at nýggi dagstovnurin á Stórutrøð í Miðvági er tikin í nýtlsu.

Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður við mentamálum, Albert Ellefsen, borgarstjóri í Vága kommunu, og Mirjam Kjølbro, stovnsleiðari, fara at halda røðu.

Á móttøkuni verður navnið á nýggja stovninum avdúkað, og heimasíða stovnsins verður latin upp.

Høvi verður hjá fólki at síggja nýggja stovnin, sum eisini hýsir tveimum skúlaflokkum í Miðvágs- Sandavágs skúla.

Myndina av Miðvági hevur Eileen Sandá tikið.