Opið hús leygardagin

MC Sølan:

Í sambandi við útbygging og víðkan av handlinum hevur MC-Sølan í Slættanesgøtu opið hús leygardagin 25. juli frá kl. 10-16.


Framsýning verður av nýggjastu motorsúkklunum og skutarum og fleiri góð tilboð verða givin, t.d. er onkur motorsúkkla sett niður við 18.000 krónum, úr 117.900 til 99.900. Eisini eru nógvir bíligir skutarar eru at fáa. Bíligasti skutarin kostar úr 11.995. Spildurnýggi skutarin PGO Libra verður eisini sýndur fram.


Fyritøkan umboðar motorsúkklurnar Suzuki, Kawasaki og Ducati og skutararnar PGO, Piaggio og teir heimskendu Vespa skutararnar. Umframt okkara egnu merkir servisera vit flest øll sløg av motorsúkklum og skutarum, sigur Anders Berg, sum eigur og rekur MC-Søluna.


Anders Berg sigur, at øll eru vælkomin leygardagin, har t.d. ein hugnaløta verður, og grillin verður tendrað kl. 13. Á heimasíðuni: www.mc-solan.fo eru upplýsingar um úrvalið av t.d. motorsúkklum og skutarum og hópin av leinkjum til aðrar MC-síður.