Opið hús hjá Auto Service

Í sambandi við at nýggi Opel Astra er komin til landið, verður opið hús hjá Auto Service leygardagin 9. januar frá 10 til 16.

Opel Astra er ein heilt nýggjur bilur, sum fær sera góð ummæli frá evropeiskum motorjournalistum, bæði hvat designi og koyrieginleikum viðvíkur.


Í sambandi við at bilurin verður presenteraður verða poppkorn og cola at fáa, og tey sum royndarkoyra bilin verða við í eini kapping har møguleiki er at vinna eina fartelefon ella eina fløguboks við trimum Ocean´s eleven filmum, sigur Heðin Weihe, sølumaður hjá Auto Service.