Klaksvík:
Opið hús og kafé verður á Húsarhaldsskúla Føroya í dag, týsdagin. Næmingar sýna fram allir lutir, sum tey hava gjørt hetta seinasta góða hálva árið, og tað plagar at vera ein avbera spennandi og fjølbroytt framsýning. Næmingarnir hava fingið undirvísing í nógvum handaligum lærugreinum umframt matgerð og reingerð. Undirvíst hevur verið í hondarbeiðslærugreinunum, binding, hekling, tilskering, seyming, silkimáling, brodering, føroysk bond og ullarbeiði. Og tey hava fingið væl burturúr.
Saman við framsýningini bjóða næmingarnir eisini ein kaffimunn, sum siður er. Har ber til at fáa onkrar køkur afturvið, sum næmingarnir sjálvir hava bakað.
Frá Húsarhaldsskúlanum verður sagt, at framsýningin letur upp klokkan 16 og er opin til klokkan 21.










