Tað er ein stór vanlukka fyri alt Føroya fólk, at ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum hava sagt seg úr starvi. Undirritaðu yrkisbólkar, ið eru at rokna sum smærri yrkisbólkar í heilsuverkinum, krevja, at ovasta leiðslan á landssjúkrahúsinum gevur okkum frágreiðing í hesum sambandi. Vit vilja hava greitt at vita, hví leiðslan hevur valt ikki at lata ljósmøðrunum alla leiðsluna av barsilsøkinum.
Ljósmøðurnar hava fleiri ferðir gjørt vart við, at barsilsøkið er teirra kjarnuøki og at tær hava fullan fakligan førleika at leiða alt barsilsøkið. Tí er tað fyri okkum púra óskiljandi, at kjarnuøkið hjá ljósmøðrunum, er lagt út til annan yrkisbólk at leiða.
Vit spyrja, um hetta er avleiðing av, at eingir smærri yrkisbólkar eru í ovaru leiðslunum. Sjúkrarøktarfrøðingur er settur sum sjúkrarøktarstjóri, í depilsleiðslunum eru umframt læknar bert sjúkrarøktarfrøðingar, og nú skulu sjúkrarøktarfrøðingar eisini leiða barsilsøkið á føðideildini, ið sum áður nevnt er kjarnuøkið hjá ljósmøðrunum.
Vit átala harðliga, at yrkisbólkar í heilsuverkinum, ið eru fult førir at leiða síni øki, ikki verða settir til tess.
Almanna- og heilsurøktarafelagið
Bioanalytikarafelagið
Ergoterapeutfelagið
Fysioterapeutfelag Føroya
Kost- og føðslufelag Føroya
Radiografar í Føroyum