Opið bræv til Tórshavnar Býráð frá foreldrafelagnum í Havn

Halló allir farandi og komandi býráðslimir!

"Here we are again ? happy as can be _" Var tað strævið at bíða?" Allarhelst. Lat okkum tí fara beint til evni, ið hesa ferð er "Discount-barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu".


Foreldrafelagið í Tórshavn er av teirri fatan, at tað er ábyrgdin hjá Tórshavnar Kommunu at skipa fyri barnaansing til íbúgvarnar í býnum. Kortini hevur felagið illgruna um, at kommunan roynir at sleppa sær undan hesi ábyrgd og leggja hana yvir á foreldur og fyritøkur í býnum. Tí eigur Býráðið enn einaferð at verða mint á, at allir skattgjaldarar eiga rætt til somu sømdir, og ikki einans nakrir útvaldir. Hvaðani stavar so hesin illgrunin hjá foreldrafelagnum?


Sambært gerðabókini frá býráðsfundinum 7. september 2000, varð eitt mál um broyting av kommunalu dagrøktarskipanini á skránni. Fyri at útvega fleiri dagrøktarheim, varð skotið upp at broyta skipanina fyri dagrøktina soleiðis, at møguleiki varð fyri at hava egin børn í dagrøkt, undir treyt av at fremmand børn eisini eru í dagrøktini. Skipanin gongur út uppá at tú skalt gjalda fyri tíni egnu børn, ið tú hevur heima, men skal afturfyri taka fremmand børn eisini, sum tú fært løn fyri at passa. (Hesa samtykt kallar foreldrafelagið sannført av sonnum "discount-barnaansing").


Málið varð samtykt við atkvøðunum 12-0. Og so er tað vit spyrja :"12-0 til hvønn? Børnini? Neyvan!"


Foreldrafelagið heldur uppá, at hetta seinasta spjálkið hjá býráðnum er tað, sum danir nevna "panik før lukketid". Veruleikin er jú tann, at allir býráðslimir við seinasta val lovaðu at loysa barnaansingartrupulleikan, men málið er ikki rokkið enn ? og verri enn so. Vit meina, at býráðið við hesi samtykt roynir at fáa "bíðilistan, sum er langur sum eitt ónt ár" til at síggja út sum "ein bíðilisti, sum man bíðar øðiliga stutt á" ? ja, eitt slag av "graslíkistbíðilista".


"Discount-barnaansingin hjá Tórshavnar Kommunu" er ikki annað enn nýggja kontantgjaldið, har fólk fáa pening fyri at ansa egnum børnum og harvið taka tey av bíðilistanum. Blív dagrøktarmamma hjá Tórshavnar Kommunu! Í sínu tíð varð kontantgjaldið givið sum fíggjarligur stuðul til børn uttanfyri kommunalu ansingarskipanini. Hetta kærdi foreldrafelagið í Havn til Kommunala eftirlitið og fekk felagið viðhald í, at lógarheimild ikki var fyri at gjalda fólkið pening, fyri at halda børnum sínum heima, og sostatt uttanfyri kommunalu ansingarskipanini. Also býráðið fekk at vita, at tað mátti man ikki.


Hvat ger býráðið so? Jú, syrgir fyri, at børnini sum eru uttanfyri kommunalu ansingarskipanini (also heima), kortini eru innanfyri! Men hvussu? Jú, fluks verður mamman send heim við einum posa av pengum og sínum egna barni. Men harumframt hevur hon eisini fingið starv - sum dagrøktarmamma hjá sínum egna barni. Nú er barnið innanfyri skipanina, men kortini heima hjá mammu sínari, sum samstundis fær pening frá kommununi. Alt treytað av, at hon eisini letur dyrnar upp fyri nøkrum armingum av kommunala bíðilistanum.


Í samtyktini um "discount-barnaansingina" verður einki sagt, um hvørji krøv skulu setast teimum, ið velja at taka av hesum ógvuliga ivasama tilboði.


Lat okkum tí hyggja at teim krøvum, ið eru sett til tær, ið eru dagrøktarmammur í dag. Fyri at verða góðkend sum dagrøktarmamma, skal heimið góðkennast. Viðurskiftini skulu skipast til fortreytirnar hjá børnunum. Spælistova, wc-viðurskifti, og útigarður o.l. Dagrøktarmamman hevur hartil rætt at fáa barnasengur, barnastólar, leikutoy, vognar og koyristólar og at fáa framt serligar innrættingar, um tørvur er á tí. Hatta vóru tey fysisku krøvini. Sjálvandi skal dagrøktarmanmman vera før at ansa børnum og hava eginleikar at vera góð við børnini ? sagt við øðrum orðum skulu bæði dagrøktarmamman og heimið vera barnavinarlig. Alt hetta skal góðkennast av leiðaranum av dagrøktini og økispedagoginum. Og hví verður alt hetta gjørt? Tí at ansa børnum er ikki sum at ansað eftir hønum (alt gott um tær). Býráðið hevur skyldu at tryggja, at karmarnir um barnaansingina eru tryggir.


Nógv fleiri spurningar enn svar reisir samtykt tykkara. Skulu mammurnar, sum velja at fara heim at ansa børnum, eisnini góðkennast? Hvussu verður ein bíðilisti samskipaður við hesa skipanina? Hava tær rætt til somu ágóðar sum dagrøktarmammur? Hvat sigur kommunala eftirlitið? Hvat kostar eitt pláss í "discount-barnaansingini" í mun til eitt stovnspláss? Hvat um nú ein mamma angrar at hon fór heim, og velur at fara til arbeiðis aftur? Hvussu er støðan hjá teimum børnunum og foreldrunum?


"Discount-barnaansingin " varð samtykt við atkvøðunum 12-0. Hon tók ikki útgangsstøði í tørvinum hjá børnunum. Foreldrafelagið meinar, at tit ístaðin fyri ivasamar lappaloysnir, eiga at seta tykkum fyri at loysa barnaansingartørvin einaferð med alla. Sum eitt av okkara skaldum sigur, so er lívið í sær sjálvum nóg trupult at "rekast og villast inní", og tí eiga tit ikki sum útgangsstøði at gera tað enn truplari hjá okkara minstu.


Um tit ikki gera tað, so eru vit bangin fyri, at støðan - orsakað av hesi samtykt - verður 0-12, og tit við henni gjørdu 12 sjálvmál, ið ikki góvu tykkum atgongd til enn eitt valskeið í býráðnum.


Vinarliga


Vegna

Nevndina í Foreldrafelagnum

Sámal Johansen

Rigmor Dam

Inna Sigvardsen

Gurðið Ellefsen

Høgni í Stórustovu


P.s. Forrestin ætla vit okkum í næsta brævi, at hyggja nærri at hagtølunum fyri barnaansingini.