Vit seks føroyingar, sum leygardagin hin 2. mars 2013 vóru við Norrønu (Clipper Pennant) úr Hirtshals til Føroyar, átala harliga vantandi tænastustøði viðvíkjandi hesum túri.
Fráfaringartíðin úr Hirtshals varð ásett at verða kl. 15.00. - kl. 01.00 hin 3.mars - 10 tímar eftir ásettu fráfaringartíð!- fingu vit endiliga boð um at koyra umborð. Hesa longu bíðitíð var onki samskifti við Smyrl Line at finna!!
Ein okkara royndi at ringja tlf. 345900- uppgivið nummar á ferðaseðlinum- men onki svar. Somuleiðis varð ringt á nummar 98558500- uppgivið nummar at ringja til, um ein hevði bráfeingis boð; men heldur ikki her varð telefonin tikin!!
Á bryggjuni í Hirtshals stóðu- umframt vit seks føroyingar- 1 dani, 3 týskarar og 2 hálendingar, sum eisini skuldu til Føroyar.
Danin- ein tilkomin kvinna- fann sær skjól í einum konteynara hendan illfýsna dag. Tveir hálendingar- sokallaðar krabbagággur illa á holdum komnir- tók ein okkara inn í bilin, meðan týskararnir vóru í villareiði og tískil helst høvdu tikið leiðina víðari til Hanstholm, um ikki ein okkara kom teimum til hjálpar.- Tá onkur okkara royndi at finna sær wc á terminalinum, varð hann vístur á dyr!
Sum føroyingar skammast vit. Standa sum Kánus og spyrja, hví eitt nú.
- Smyril Line ikki ringdi hvønn einstakan okkara (12 í tali!) upp. Telefonnumurini vóru teimum kunnug.
- ikki skipað varð fyri at bjóða okkum ein ókeypis bita á onkrari matstovu nærindis. Tíðin til tess hevði verið ríkilig.
Um fáar dagar fagnar føringurin tjóðfuglui okkara Tjaldrinum at verða vælkomið. Og í hølunum á tí byrjar so ferðafólkið av álvara at vitja klettarnar. Nú er so at ynskja, at ferðamaðurin verður spardur fyri slíka uppliving, sum her er umrødd. Tí um so verður, finnur hann sær skjótt annað ferðamál enn Føroyar.
Lyklaorðið er kunning!
Vinarligast.
Jónnanes Nolsøe
Benadikt Ellingsgaard
Jón Herluf Persson
Hans Dávid Hansen
Oleif Gerðisá
Aase Søndergaard
Ulrika Kardos
Marius Bruijn
Fenne Heimans
Kurt Neubauer
Ferðafólk við Clipper











