Hvussu stór nøsin skal vera, kann metast úfrá tíðini hesir hava sitið sum løgmenn, á sama hátt hava tað sitið fleiri landstýrismenn í heilsumálum hesi 15 árini. Hesi skula sjálvsagt eisini fáa sín part av eini nøs.
Tað er greitt, at politikarar eins væl og yvirlæknar vistu alt um hesa sjúku, sum var funnin í Føroyum í 1995.
Frá. 1994-1996. Løgmaður, Edmund Joensen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Andreas Petersen.
Frá. 1996-1998. Løgmaður, Edmund Joensen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Axel H. Nolsøe.
Frá. 1998-2002. Løgmaður, Anfinn Kallsberg. Landsstýrismaður í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, frá, 2001. Sámal Petur í Grund.
Frá. 2002-2004. Løgmaður, Anfinn Kallsberg. Landsstýrismaður í heilsumálum, Bill Justiniussen.
Frá. 2004-2008. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard. Landsstýrismaður í heilsumálum, Hans Pauli Strøm.
Tað kann ikki vera rætt, at teir løgmenn og teir landstýrismenn í heilsumálum sum hava siti við ábyrgd í øll hesi árini, kunna halda fram í sínum arbeiði og lata sum um alt er í lagi, tá teir í 15 ár einki hava gjørt fyri at upplýsa og vegleiða okkum øll um eina deyðiliga sjúku, sum hevur tikið lívi av okkara børnum.
Tað, at Elisabeth Ulrike Steuerwald skal heiðrast fyri sítt arbeiði og fyri at finna sjúkuna í 1995 er bæði rætt og rímuligt, hartil kemur, at táverandi løgmaður, Edmund Joensen, eigur at koma við eini treytaleysari umbering fyri, at Ulrike Steuerwald varð meldað til løgregluna, tí at hon vildi seta í verk eina kanning av øllum føroyingum. Tað førdi til, at vit skuldu bíða í 15 ár.
Ulrika Steuerwald skrivaði, saman við fleiri føroyskum yvilæknum, greinar um CTD sjúkuna, sum var funnin í Føroyum, í Ugeskrift for Læger, hettar var fyri 15 árum síðan. Tíðanverri kom einki av hesum greinum út til tað føroyska fólkið, og kundu vit tíð ikki verja okkum ímóti hesi herviligu sjúku, sum hevur tikið lívið av nógvun óskildium ungdómi, børn og ung í besta aldri.
Tað, at vit føroyingar komu at kenna til hesa sjúku, er ikki at takka føroysku yvirlæknunum fyri, tann heiðurin tilkemur, Rigmor Dam, greinskrivara á Sosialinum við greinini »Duld dreparasjúka í Føroyum«, tann 6. oktober 2008. Ein grein sum lýsti hesa sjúku út í æsir, og sum ongantíð verður gloymd.
Esbjerg tann, 08.11.2010
HYPERLINK "http://www.johndk.dk"www.johndk.dk










