Opið bræv til Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu

Viðv. ætlaðu uppsagnunum á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.

Tá politiska arbeiði í sambandi við fíggjarlógina fór fram í september, var undirritaði inni sum varatingmaður.

Vit í javnaðarflokkinum høvdu tveir fundir við teg um støðuna í sambandi við ellisheimini her suðuri, har tann seinni endaði við eini semju, sum tú sendi okkum við telduposti. Eg endurgevi eitt brot, har tú sigur m.a.

,,Í sambandi við at Ellis og Røktarheimið í Vági letur upp í 2011, er ætlanin at búfólk, sum í dag búgva á tveymanskamari á røktardeildini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi, fáa tilboð um at fáa eittmanskamar í Vági ístaðin.
Tillagingin av dupultkømurum til eittmanskømur verður framd líðandi í 2011, so hvørt fólk fella frá ella sjálvboðin vilja flyta til nýggja heimið í Vági tá tað letur upp 1. mei. Lýst verður eftir leiðara og starvsfólkum til heimið í Vági longu nú í heyst, so at møguligt verður hjá verandi starvsfólkum at søkja starv í Vági.,,

Vit í javnaðarflokkinum mettu, at soleiðis sum umstøðurnar vóru, kundu vit liva við hesari orðing.

Men tá eg í dag frætti, at fleiri starvsfólk á ellisheiminum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, má eg staðfesta, at tú hevur ikki hildið tann partin av semjuni um starvsfólkini, og tað kann eg als ikki liva við. Hetta er eitt heilt greitt brot á politisku avtaluna okkara millum.

Eg vil tí hervið heita á teg, um at síggja til, at semjan verður hildin, og at eingin verður uppsagdur, men at starvsfólkini kunnu søkja starv á Ellis- og røktarheiminum í Vági tá tey størvini verða lýst leys, soleiðis sum avtalað varð.

Annars má eg siga, at tað er forkastiligt, at landsstýriskvinnan alment í juli mánaða 2010 fer út við boðunum um at niðurleggja 8 búpláss á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi, tí at eitt nýtt heim møguliga letur upp 1. mai 2011, og harvið skapar ótryggleika, bæði fyri búfólk og starvsfólk.

Eg eri ikki ósamdur um, at búfólk framyvir skulu hava hvør sítt kamar, men tá tað hevur koyrt nú soleiðis í eini 30 ár, so ger eitt hálvt ár hvørki til ella frá fyri búfólkini. Hinvegin er hetta ein dyggur frammaná fyri starvsfólkini, sum verða tveitt út í óneyðugar uppsagnir tá tað kundi verið sloppið undan, um málið varð rætt takla við eini natúrligari frágongd.

Eg kann undir ongum umstøðum góðtaka ta viðferð, ið starvsfólkini á Suðuroyar ellis- og røktarheimi hava fingið. Hvørki tað, at tey nú hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, ella at hesi somu fólk hava livað í ótta og ótryggleika nú í eitt hálvt ár.

Tað vóru góð tíðindi tá landsstýrið, umboðandi somu flokkar, kom suður við lyftum um at byggja nýtt ellis- og røktarheim til 24 búfólk, og harvið skapa 40 nýggj arbeiðspláss. Hinvegin eigur hetta sama landsstýrið alt annað enn rós fyri at hava handfarið málið so klossut og ómenniskjansligt nú at niðurleggja 8 búpláss og 7-8 ársverk á Suðuroyar ellis- og røktarheimi, áðrenn nýggja heimið er latið upp.
Somuleiðis er tað óskiljandi at landsstýriskvinnan ikki tók til eftirtektar fleiri hundrað undirskriftir úr Suðuroynni ið mótmæltu hesum ætlanum.

Hóast eg bert eri varamaður, og havi ikki fast sæti á tingi, vil eg gera landsstýriskvinnuni greitt, at eg ikki stuðli tær longur sum landsstýriskvinnu, og harvið heldur ikki samgonguni, um henda avgerð ikki verður broytt.

Hesi avgerð míni fari eg at boða javnaðarflokkinum frá.