Opið bræv til Ríkisumboðið!

Sjálvstýrið skal ikki skrumblast ígjøgnum:

Sum danskur/føroyskur ríkisborgari vil eg biðja tygum heit aá donsku stjørnuna um at syrgja fyri, at demokratisk mannagongd verður fylgd, nú samráðingar millum landsstýrið og ríkisstjórnina um fullveldið Føroyar skulu verða.

Tað er eingin loyna, at ein týðandi partur av núverandi limum í landsstýrissamgonguni hava sín politiska uppruna frá umhvørvi, sum ikki kann kallast demokratiskt, og speglast hetta týðuliga aftur íf ørda politikkin. Tað, sum danska stjórnin eigur at gera fyri sínar borgarar í Føroyum, er at tryggja, at eitt so álvarsligt mál, sum fullveldi ikki verður skrumblað ígjøgnum.


Einaveldi:

Vit kenna, hvussu Sovjetsamveldið vaks til eitt ovurstórt risaveldi. Taktikkurin var tann sami, sum er við at henda her í Føroyum. Demokratiið hevði valdað í øldir í mongum av hesum londum, til brádliga ein ella onnur orsøk var til misnøgd, so kommunistarnir fingu meirilutan við eitt val. Tá vendist ikki aftur, grundlógin var avtikin, hernaðarstjórn var útnevnd, og alt politiskt virksemi varð bannað.

Um ikki hernaðarstjórn verður sett her í Føroyum, so verður grundlógin avtikin, og allir møguleikar verða burtur at velja sjálvstýri/samband og eingin vegur aftur til ríkisfelagsskapin, sum hevur tryggjað okkum heimsins besta land at liva í, og vit fáa ístaðin sjálvstýri og fátækradømi við øllum teimum skerjingum, sum tað inniber.

Tað hevði verið púra óhugsandi, at nakað annað norðurland vildi gjøgnumført eina so kollveltandi broyting fyri fólkið, ja tikið lívsgrundarlagið undan fólkinum, uttan ein kvalifiseraðan meiriluta av fólkinum og samtykkja broytingarnar yvir tvey valskeið, bæði í tinginum og við almennari fólkaatkvøðu.


Fólkaatkvøða:

Tað er eisini umráðandi, at ein fólkaatkvøða verður gjørd soleiðis, at fólkið kann taka støðu til, um tað vil loya frá Danmark ella taka undir við javnaðarupp-skotinum við meiri sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin, ella at fylgja sambandsuppskotinum. Møguliga kundu teir síðstnevndu komið ásamt um eitt felags upplegg mótvegis sjálvstýrinum, so veljararnir vita, hvat teir fara at atkvøða um.

Eg eri sannførdur um eitt sera vánaligt úrslit fyri samgonguna, um ein veljarakanning var gjørd nú, har føroyingar vóru spurdir, um teir valdu sjálvstýri sum samgongan leggur upp til, ella um teir valdu meira sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin, nakað sum javnaðarflokkurin hevur skotið upp.

Her eigur stjórnin eisini at ansa eftir, at alt fer regluliga fram við at ansa eftir, at fólkið fær møguleika at velja á einum greiðum atkvøðuseðli, og at bert tveir møguleikar verða, nakað sum teir omanfyri nevndu.


Við hávirðing

Jonhard Dahl-Jacobsen