Opið bræv til Nes Sóknar Ítróttarfelag

Í grein í Dimmalætting tann 8. august 2005 er høvuðsvenjari tykkara siteraður fyri at siga:

...at framherjin hjá NSÍ, Ikechukwu Onyema, hevur upplivað, og gjørdi tað aftur í dystinum móti KÍ, at føroyskir mótstøðuleikarar rópa ókvæmisorð eftir sær, tí hann hevur ein annan uppruna og húðalit enn føroysku leikararnir....

Tað er ikki nakað nýtt at tað verður nógv sagt tá hart leikar á í einum fótbóltsdysti, men at venjari tykkara alment í fjølmiðlunum leggur KÍ leikarar undir at vera rasistar kann als ikki góðtakast.

Klaksvíkingar eru ikki rasistar og rasisma verður ikki told í Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Klaksvíkar Ítróttarfelag metir útsøgnirnar og atburðin hjá høvuðsvenjaranum í NSÍ at vera somikið langt frá tí í vantast kann av manni í slíkum høgum ítróttar starvi at felagið krevur eina umbering.

Hinvegin hevði tað verið meiri passandi um venjari tygara kom við eini umbering fyri henda sama NSÍ leikara, sum sera óndsinnað skallaði KÍ verjuleikara í andlitið í dystinum.

Hendingin var somikið álvarslig at leikarin endaði á landssjúkrahúsinum og verður vantandi ikki tøkur aftur í ár.

KÍ leikarin, sum bleiv niðurskallaður av omanfyrinevnda NSÍ leikara, verður heldur ikki arbeiðsførur í rúma tíð, tá hann hevur brotið pannina.

Felagið hevur eisini sent avrit av brævinum til kappingarnevndina hjá FSF.

Vegna Klaksvíkar Ítróttarfelag
John William Joensen