Lærararáðið á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
Vár í Ólavsstovu, forkv.
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
Kári Jespersen, form.
-------
Enn er játtan ikki fingin upp á pláss til leigu av lonum við skúlastovum til Føroya Studentaskúla og HF-skeið og heldur ikki er játtanin til skúlan hækkað, so fleiri flokkar kunnu verða tiknir inn komandi ár. Vit vilja tí koma við einari áheitan til politisku skipanina um at taka henda spurning í stórum álvara og finna eina loysn skjótast til ber, tí verður eingin hækkað játtan latin skúlanum, so kann tað fáa álvarsamar avleiðingar fyri skúlan og samfelagið sum heild.
Um skúlin einans skal halda seg til verandi játtan, røkkur peningurin bert til at taka inn skikkaðu umsøkjararnar til studentaskúlaútbúgvingina, ið hava lógarkrav um at verða upptiknir, meðan ráð ikki verða til at taka nakran HF-flokk inn. At skúlin ikki kann taka teir HF næmingar inn, sum hava søkt og eru skikkaðir at koma inn á skúlan, kann hava tær avleiðingar, at fólk antin flyta av landinum ella ganga arbeiðsleys og soleiðis koma at kosta dýrt aðrastaðni - í ALS ella á Almannastovuni. Tað eru stór sannlíkindi fyri, at fólk sum flyta av landinum á so ungum aldri, ongantíð koma aftur, og tískil kann henda vantandi játtan eisini hava týðandi fólkaflyting sum avleiðing.
Niðurstøðan má vera, at ein hækkað játtan til skúlan í Hoydølum kemur at kosta væl minni fyri føroyska samfelagið, enn at ungdómurin flytur av landinum ella er arbeiðsleysur.
Vit vilja við hesum staðiliga heita á politiska myndugleikan um at játta tann pening sum krevst, at skúlin kann hava neyðug høli tøk til komandi skúlaársbyrjan og til at taka teir umsøkjarar inn, sum eru skikkaðir til upptøku.
Lærararáðið á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði.
Vár í Ólavsstovu, forkv.
Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara
Kári Jespersen, form.










