Opið bræv til Mentamálaráðið

   

Lærararáðið á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði mótmælir avgerðini hjá Mentamálaráðnum (MMR) at taka ein málsligan fyrsta studentsflokk av.
Fyri at skilja, hvussu álvarsligt hetta er, eigur at havast í huga, at flokkurin er karmur um gerandisdagin hjá næmingunum. Flokkurin er tað sosiala rúmið, har álit og tryggleiki borga fyri einum góðum lívs- og arbeiðisumhvørvi.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið hevur flokkin sum sjálvstøðuga eind. Við tað, at tað bert eru rammulógir fyri fakligt innihald, og metodufrælsi ræður, kann tað, ið gjørt verður í teimum ymsu fyrstiflokkunum, vera sera ymiskt; tað eru næmingarnir í tí einstaka flokkinum, ið saman við lærarum sínum, koma ásamt um hvat, ið flokkurin skal arbeiða við. Í tvey ára fakunum kann ein flokkur t.d. gera nógv við tann skrivliga partin í fyrsta flokki og goyma annað til annan flokk ella øvugt.
Tað ber til at siga, at skipanin byggir á flokssamleika. Ja, at flokkurin er kjarnin í skipanini. Stórt arbeiði verður lagt í at fáa næmingarnar í tí einstaka flokkinum at taka júst sín flokk til sín, og nógv verður gjørt til tess at samansjóða flokkin. Nevnast kunnu floksveitslur, uttanlandsferð, felags átøk av ymsum slag o.s.fr.
Nú er ætlanin, at ein málsligur fyrstiflokkur skal syndrast og spjaðast út á teir fýra eftirverandi flokkarnar. Flokkurin, talan er um, telur 19 næmingar og verður av øllum, ið kenna hann, sagdur at vera óvan-liga vælvirkandi (dugnalig, sosial).
So má ein spyrja, hví harraboð koma nú frá MMR at fækka teir 5 komandi málsligu 2. studentsflokkarnar niður í fýra? Svarið kann bert vera, at MMR hevur talt næmingarnar í øllum fimm flokkunum saman og síðani dividerað talið.
Men tað, at eingin flokkur skal hava fleiri enn 24 næmingar, merkir jú ikki, at tað skulu vera 24 næmingar í hvørjum flokki. Tað ber ikki til at definera ein flokk út frá einum ávísum tali. Tá ið ein flokkur, sum byrjaði við 23-24 næmingum, við endan á tí fyrsta árinum telur 19, so uppfyllir hann tó allar treytir fyri at vera ein flokkur.
Ovasti myndugleikin hevur jú avgjørt, at allir skikkaðir umsøkjarar skulu takast upp á Føroya Studentaskúla og HF-skeið. Talið á skikkaðum umsøkjarum kann sjáldan dividerast við 24. Hetta merkir, at flokkarnir kunnu hava færri næmingar enn 24 frá byrjan, t.d. tí 16 lupu av. Hetta merkir væl ikki, at næmingar skulu finna seg í tilvildarligum avgerðum, ið gera teir verri fyri?
Í fjør hendi júst tað sama, nevniliga at ein flokkur varð spjaddur út á hinar flokkarnar. Næmingarnir mótmæltu, men til fánýtis.
Tað er væl ikki so, at MMR kalkulerar við at upploysa ein flokk við endan á fyrsta skúlaári?
Í hesum ítøkiliga málinum er jú ikki talan um eina neyðstøðu, sum hvør maður má geva seg undir, tí flokkarnir vóru jú upptiknir at byrja í august 2002.
Tá pedagogiska atlitið verður offrað fyri at spara nakrar krónur, minkar álitið hjá næmingum og lærarum á skipanina, tí einki samsvar er ímillum tey yvirskipaðu málini og tað, ið verður gjørt í praksis.
Vit mótmæla tilvildarligari avtøku av flokki og heita á MMR um at taka avgerð sína aftur.