Opið bræv til løgtingsformannin

Løgtingsins røðarapallur - eitt opið forum fyri út­spilling av almennum starvs­fólki?

Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvs­mannafelagnum

Á løgtingsfundi seinnapartin 13. des., var 2. viðgerð av uppskotinum nr. 12/2005 um at gera íløgur í útvarps- og sjónvarpsnetið. At hetta eru íløgur, sum eru grund­leggjandi neyðugar fyri, at kunna røkja og menna okk­ara egna kringvarp, sum flestu føroyingar eru góð­ir við og ynskja alt tað besta, er sjálvsagt og krevur hetta tískil undirtøku frá løg­tinginum.
Men - sum ikki eina­ferð - so fingu vit aftur eina stað­festing av, at løg­tings­gáttin kann vera sera lág og at løg­tingsfólk hava og fáa sera leysar teymar at hóreiggja sær við álopum, niðurgering og beinleiðis útspillingum av fólki í almennum størvum. Hesi fáa ikki møguleikan at svara aftur, meðan løg­tings­fólk sjálvi eru væl og virði­liga vard.
Og tað sær út til, at for­mannsskapurin bert talar at, um okkurt verður sagt nið­ursetandi um hvønn annan í løgtingssalinum ella onkra aðrastaðni í húsinum, ella um okkurt hálvt illavorðið orð gleppur onkrum av munni frá talarastólinum.
Hendan dagin hevði løg­tingsmaðurin Hendrik Old eitt sera grovt og niðursetandi álop á tey, sum dagliga starv­ast í SVF og sum royna, at gera eitt arbeiði til lýtar, undir trongum og torførum umstøðum, tí júst politiska valdið hevur lítlan áhuga og rygg til at skapa fortreytirnar fyri, at vit kunna hava eitt føroyskt sjónvarp, sum sømir seg fólki, sum vil kallað seg mentað og framkomið.
At leggja hesi fólk undir ódugnaskap, onki at fáa av skafti, og at tey sita nøk­ur og bert nýta tíðina til endursenda o.s.fr., soleiðis sum orðini hjá hesum løg­tingsmanni ikki kundu skilj­ast øðrvísi, er undir alt lág­mark, og fara vit harðliga at átalað hesa niðurgerðing, samstundis sum vit eisini ákæra formannskapin ikki at gera sítt arbeiði til lýtar, tá slíkt kann fara fram uttan átalu. Vit hava krav uppá at fáa eina almenna frágreiðing frá formannskapinum, hví hetta letur seg gera og tað uttan at hetta verður átalað.
At løgtingsfólk missa tam­­arhaldið á sær sjálvum og lata orðafloym og orða­vavstur fáa ræði at sær, er nakað vit vanliga eru von við, men vit kunnu ikki góð­taka og venja okkum við, at formannskapurin í okk­ara lóggávutingið letur slík­t um seg ganga, uttan at vakna við og tala at! Hetta er alt ov vánaligt! Vit fáa so altíð at vita frá hesum somu, at umstøðurnar mugu verða í hásæti, fyri at kunna røkja tignina uttan um hetta sama ting.
Vit góðtaka ikki, at starvs­fólk, sum royna at gera sítt arbeiði til lýtar innanfyri teir karmar, sum politiski myndugleikin sjálvur áset­ur, verða álopin frá løg­ting­sins røðarapalli við nið­ur­setandi orða­vavstri og bein­­leiðis út­spill­ing­um, og at for­mann­skapurin ikki átalar slíka framferð. Heldur enn at bróta niður, átti alt at verið gjørt fyri vaksa um virðingina fyri lóggávuvaldinum, sum øll áttu at havt áhuga fyri,- ikki minst løgtingið sjálvt!