Opið bræv Til Jenis av Rana!

Maud Wang Hansen

Tað er við ringum tannabiti at eg skrivi hesi orð, einamest tí eg lætt komi í vanda fyri sjálv at blíva primitiv.
Tað harmaði meg og gjørdi meg sera illa við, (og eg veit at fleiri onnur høvdu tað á sama hátt), at hoyra teg frá tingsins røðarapalli fyrradagin tosa við áhoyrarar og tíðindafólk í tingsalinum eins og vóru tey óynskt her.
Hvør ert tú at siga við fólk, at tí tey eru danir eru tey drápsmenn og at tey als einki hava at gera her í okkara paradísi. Heilt erligt Jenis, um ikki áður, so fórt tú so dyggiliga av sporinum hesaferð. Sum Armgarð Arge segði í morgunsendingini í morgun, so merkir "at synda" at skjóta við síðuna av. Eg haldi at tú skeyt so sera langt við síðuna av hendan dagin ítinginum. Eitt er at tú hevur tína egnu áskoðan á samkynd, men at leggja onnur fólkasløg undir at vera harligar drápsmenn og óynskt í Føroyum, tað er ov langt úti. Um tú heldur tað rættvísger harligar handlingar á gøtunum í Føroyum, at tín vinmaður var fyri harskapi á gøtunum í Danmark, so skjýtur tú eisni við síðuna av her.
Eg vildi mett at tað eru heilt greiðar mannagongdir fyri hvussu man uppførir seg og hvønn man tosar við í tinginum, og um eg ikki taki feil, so tosar man við tingformannin og tinglimirnar og ikki við áhoyrarnar í salinum. Heldur ikki eigur tingfólk at aftra seg fyri, at orðini sum verða borin framm verða hoyrd víða um.
Tá tú samstundis dømir okkum, sum hava eina aðra áskoðan enn tú, við halgubók, ræðist eg. Eg komi í tenkar um Sharia-lógina, sum vit alt ov ofta hava sæð brúkta sum vápn úti i heimi, til at drepa 1000.tals ósek menniskju við og til at rættvísgera ekstremar fundamentalistiskar handlingar.
Vit eru mitt í eini alheimsgerð og vilja innlima okkum sum serstaka tjóð í felagskapir kring heimin, har vit vilja virka fyri friði og rættvísi millum menniskju og lond, bæði hvat viðvíkur okkum og onnur. Vit fordøma harskap, deyðarevsing og dálking og vija sýna øllum fólkasløgum virðing. Og alíkavæl eru vit komin so stutt. Okkara ynski um frið og rættvísi røkkur ikki so langt, tí í Føroyum dømast einstaklingar av teim fólkavaldu, og skulu tola at verða bukað vegna sína kynsligu sanføring uttan at tala.
Mítt ynski er, at politikarar føra politikk og at prestar og prædikumenn føra Guðs orð fram, hvørt á sínum stað.