Nevndin í Sosialráðgevarafelag Føroya
Eliesar E. Jacobsen, formaður
????????????????????????????
Seinastu 3 árini hevur Almannastovan staðiliga og við ágrýtni arbeitt við bygnaðarbroytingum á stovninum. Eitt av høvuðsendamálunum við at fremja hesar bygnaðarbroytingar hevur verið at kunna veita borgarum kring Føroya land eina betri tænastu.
Eftir mikið baks bæði á leiðslustøði, men ikki minst vegna starvsfólk á Almannastovuni, er Almannastovan í dag eftir tógvið stríð komin fram til eitt munandi betur tænastustøði til borgarin. Almannastovan hevur t.d. minkað um viðgerðartíðina á ymiskum umsóknum við einari helvt. Mannagongdir og framferðarhættir er broyttir í mun til ymiskar umsóknir fyri at kunna veita borgarum eina skjóta, góða og fyrisitingarliga rætta viðgerð. Upp- og afturlatingartíðir eru broyttar frá 4 tímum um dagin til 6 tímar um dagin. Somuleiðis er telefontíðin víðkað frá 4 tímum um dagin 4 dagar um vikuna til 6 tímar um dagin allar gerandisdagar í vikuni.
Samanumtikið kann sigast, at Almannastovan seinastu 3 árini hevur arbeitt við at geva borgaranum eina meira virðiliga viðferð við betri tænastustøði í hásæti vísandi til at viðskiftafólk, sum venda sær til Almannastovuna, aloftast eru í sosialari, heilsuligari, sálarligari ella fíggjarligari trongstøðu. Almannastovan kann sigast at hava samband við nærum hvørja familju í Føroyum. Tænasta verður veitt til fólkapensiónistar, fyritíðarpensiónistar, fólk, ið fáa veitingar sambært Dagpengalógini, fólk, ið fáa veitingar sambært Forsorgarlógini ? vegna sjúku, arbeiðsloysi, endurbúgving, vantandi barnaansing o.s.fr., fólk við serligum tørvi/skerdum førleika í mun til at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum vegna heilsuligar, sálarligar ella sosialar trupulleikar, fólk við børnum við sálarligum ella heilsuligum trupulleikum, fólk við børnum við sosialum trupulleikum, fólk, ið hava tørv á heilivági, kropsbornum hjálpitólum ella øðrum hjálpitólum so sum avlamisbilar, koyristólar o.s.fr..
Sostatt kann sigast, at tænastan á Almannastovuni fevnur um ein stóran skara av fólkum kring Føroya land. Tænastan umfatar ikki bert einstaklingar men eisini ymiskar samstarvspartar so sum Landssjúkrahúsið, Kriminalforsorgin, Serstovnadeildin, Sernámsdepilin, Stuðulsfólkaskipanin, Barnaverndir og kommunur kring landi, MBF, ALV, ymiskar arbeiðsgevarar kring landi o.s.fr.. Almannastovan hevur sostatt seinastu 3 árini arbeitt við at fáa eitt gott og gróðrarmikið samstarv umframt at veita eina góða tænastu til nevndu partar, sum í síðsta enda er komin borgarum til góðar.
Nú er borðið fram, at Almannastovan skal spara _ millión. Harumframt er borið fram, at tað heldur ikki í játtanini til Almannastovuni er tikin hædd fyri lønarhækkingum, soleiðis at samlaða sparingin í veruleikanum táttar um 1/2 millión.
Sosialráðgevarafelag Føroya fer hervið at spyrja seg fyri, hvussu hetta letur seg gera? Harumframt fer Sosialráðgevarafelag Føroya at spyrja seg fyri, um landsins politikkarir og Hans Pauli Støm vilja ella eru áhugaðir at varðveita eitt vælferðarsamfelag? Hesir spurningar verða bornir fram, tí Sosialráðgevarafelag Føroya dugir longu nú at hóma óhepnar avleiðingar av hesum sparingum.
Talið á starvsfólkum á Almannastovuni eftir okkara meting hevur longu áðrenn nevndu sparingar ikki verið hóskandi. Fleiri deildir hava t.d. arbeitt við ov fáum starvsfólkum, og onkur deild hevur verið uttan dagligan leiðara. Longu nú er sostatt stórt arbeiðspress og arbeiðsbyrða á Almannastovuni. Ilt er at spáa um, hvussu sparingarnar ítøkiligt verða framdar men vandi er fyri, at fólk verða søgd upp, einki nýtt fólk verður sett í starv, ongi fólk verða sett fyri onnur fólk, sum fara í farloyvir av ymiskum slagi ella siga upp o.a..
Úrskurðurin av hesum verður sjálvandi fleiri og størri arbeiðsuppgávur til færri starvsfólk á Almannastovuni. Vandin er sostatt, at tað tænastustøðið, sum Almannastovan hevur upparbeitt seinastu 3 árini, fer at versna. Longri viðgerðartíðir av ymiskum umsóknum, upp- og afturlatingaratíður styttri, telefontíðin styttri o.s.fr.. Hetta er als ikki ynskiligt, tí hetta fer at ávirka viðskiftafólkini á Almannastovuni tann negativa vegin, sum longu eru í neyð av einum ella øðrum slagi og hava tørv á skjótari, góðari, virðiligari og fyrisitingarligari rættari viðgerð/viðferð.
Viðskiftafólk á Almannastovuni hava nú í eina tíð vant seg við eitt hægri tænastustøði. Sosialráðgevarafelag Føroya ber ótta fyri, at tað, við ætlaðu sparingunum, er vandi fyri, at hóttandi atburður frá viðskiftafólkum, sum longu nú er vælkendur á Almannastovuni, fer at vinda uppá seg. Ágangur á starvsfólk vegna ringt tænastustøði er hvørki gott ella virðiligt fyri starvsfólk ella viðskiftafólk.
Sosialráðgevarafelag Føroya er væl vitandi um, líka sum landsins politikkarir skuldu verið, at gróðrarmikið arbeiði við menniskjum óloysandi hongur saman við góðum samstarvi, har gott tænastustøði er í hásæti. Fyriliggja ikki umstøður til tess, viðførður hetta ofta við sær strongd og útbrend starvsfólk, sum aftur viðførur ringt tænastustøði.
At enda skal viðmerkjast, at seinastu samgonguskjøl hava havt positivar orðingar um at fáa fólk við skerdum førleika aftur út á arbeiðsmarknaðin. Hetta førdi við sær, at størri innsatsur varð gjørdur innan hetta øki á Almannastovuni við fleiri starvsfólkum í 2000-2001. Vandi er fyri at ætlaðu sparingar á Almannastovuni føra við sær, at hetta øki verður raðfest lægri. Hetta er sera óheppi fyri allar føroyingar við skerdum arbeiðsførleika eisini sæð í mun til, at útlit eru fyri, at arbeiðsloysi er vaksandi í løtuni.
Sosialráðgevarafelag Føroya væntar hervið, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fer at arbeiða fyri at hækka játtanina til Almannastovuna, so slík óheppin støða kann umgangast, og vit øll saman við viðskiftafólkunum á Almannastovuni kunnu varðveita vælferðarsamfelagið.