Opið bræv til Fútan og Løgtingið: Ja - til eisini at verja tey samkyndu!

John William Joensen, Norðoya Sambandsfelag

Tað er skelkandi at lesa í fjølmiðlunum, hvussu politi alment hevur valt ikki at verja ein ávísan samfelagsbólk!
 

Fyrst verður ein samkyndur álopin ella happaður á eini matstovu! Síðan verður viðkomandi forfylgdur! Nakrar dagar seinri verður sami persónur ringdur upp fleiri ferðir heima við hús av ókendum manni, sum hóttir samkynda mannin við lívinum!
Sambært fjølmiðlunum eru fleiri vitni, sum hoyra telefonsamrøðurnar!
Hetta er skelkandi og hoyrir ongastaðni heima.
Tað sum tó skelkar enn meira er, at varapolitinspektørurin í fjølmiðlunum sigur, at politiið fær einki gjørt - tí persónurin, sum er miðpunktið fyri hesum ógvusliga áganginum, er samkyndur.
Tað má vera eitt krav, at tey samkyndu fáa somu verju sum onnur  og tí eigur fútin at gera greitt, at eisini tey samkyndu verða vard av politinum, tá tey verða hótt við lívinum, ella tá harðskapur verður framdur móti teimum.
Hóast vit kunnu vera ósamd um etiskar spurningar, so er eingin ivi um, at lógin eigur at verja allar borgarar í hesum landinum. Er neyðugt at tillaga lógina soleiðis, at allir samfelagsbólkur vera vardir, eigur tað at vera gjørt.

Ikki samdur við Tjóðveldisflokkin og løgmann
Hinvegin er eitt langt lop frá tí málinum, sum nú koyrir í miðlunum og so til uppskotið um skrásett parlag, sum Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt seg til talsmann fyri.
Teir bólkar í samfelagnum, sum nú eisini Føroya løgmaður tekur partí við, og sum m. a. stríðast fyri skrásettum parlagi, ætla meira enn hetta. Tey vilja eisini, at tey samkyndu skulu kunna giftast í kirkjum, og at tey samkyndu skulu kunna ættleiða børn.
Tað er hetta slagið av samfelag, sum undirritaði ikki vil hava, sjálvt um hetta er galdandi í ávísum býi í USA.
Vit leggja okkum sjálvandi ikki út í, hvussu danir og aðrir útlendingar skipa síni samfeløg, men vit vilja vera við til at avgera, hvussu føroyska samfelagið verður skipað, og júst tí hevur tað alstóran týdning, at føroysk lóggáva er grundað á føroyska mentan og siðalæru.