Opið 24 tímar um døgnið í 365 dagar

Endamálið við nýggja uppskotinum, sum Vinnumálaráðið, við Bjarna Djurholm á odda, júst hevur latið úr hondum, er at dagføra upp- og afturlatingarlógina og at gera hana greiðari. Núverandi lóg er ótíðarhóskandi verður hildið, og handilsvinnan sjálv hevur fleiri ferðir funnist at henni

Nýggja lógaruppskotið fer at geva handilseigarunum størri frælsi, við tað, at tíðin, har handilin kann hava opið, at kalla er óvmarkað. Allir vanligir handlar kunnu nú nærum hava opið so galið teir vilja. Og talan er um allar handlar, frá skóm til mat til vaskimaskinur.


Bert stongt sunnudag
Einasta krav er, at handlarnir skulu hava stongt frá kl 23.00 leygarkvøld til kl 06.00 mánamorgun.
Allir vikudagar eru sostatt púrasta uttan afturlatingarmark. Ynskja teir tað, kunnu handilseigararnir hava opið frá mánamorgni kl 06.00 og líka inntil fríggjakvøld kl 23.00. Uttan nakrantíð at steingja handilin.
Flaggdag og Grundlógardag skal steingjast kl 12.
Halgidagar og jólaaftan skal vera stongt.
Ein sunnudag um árið er loyvt at hava opið, og tað er seinasta sunnudag undan jólum, tá loyvt er at hava opið frá kl 14.00 - kl 23.00.

Nógv undantøk
Tá tað so er staðfest, kunnu vit hyggja at listanum við undantøkum.
? Allir smáir handlar, ið selja gerandisvøru t.v.s. mat, avísir, reinførðisvørur, góðgæti o.s.fr. Einasta krav er, at handilin ikki er størri enn 250 m2.
? Bensinstøðir
Blómuhandlar
Handlar í framsýningarhølum
Handlar á flogvøllinum
Apotek og handkeypssølur á apotekum
Automatir
Allir omanfyri nevndu handlar eru undantiknir afturlatingarlógini. Teimum nýtist sostatt ongantíð at steingja, hvørki um náttina, um vikuskiftið ella á heilidøgum. So eftir 1. apríl 2005 verður møguligt hjá føroyingum at keypa gerandisvørur 24 tímar um døgnið 365 tímar um ári.