Svenski tungmálmsbólkurin Opeth spælir eina spennandi samanseting av skandinaviskum deyðsmálmi og progressivum málmi.
Teir hava heili 8 plátur á samvitskuni, og 3 juni kemur ?Watershed?, ið sostatt verður hin níggjunda í røðini. Tað er sangarin, gittarleikarin og sangskrivarin Mikael Åkerfeldt, ið er drívmegi og eitt slag av ?leiðara? í bólkinum.
Rokkstovan kann í kvøld bjóða ein heilan tíma saman við hesum frálíka bólki. Vit hoyra løg av útgávunum ?Still Life?, ?Blackwater Park?, Deliverance?, ?Damnation?, ?Ghost Reveries? og ?Watershed?.
Opeth gera langar og ambitiøsar sangir (?kompositiónir? er kanska eitt betri orð), og tað kemur meir enn so fyri, at farið verður upp um teir 10 minuttirnar. Tískil verður Opeth tímin í Rokkstovuni á tremur við tónleiki, soleiðis at ein nøkunlunda góð mynd fæst av bólkinum. Av tí sama verður ikki so nógv prát ímillum løgini...men tað ger kanska heldur ikki so nógv :)
Skrúvið upp, koyrið nevan í loft og pikkið korn so landsins kiropraktorar vera ríkir í summar!
Rokkstovan í kvøld kl 22.05.