Operasangur í Suðuroynni

Suðuroyingar sleppa í hesum døgum at hoyra operasang, tí sangarar frá Det Kgl. Teater eru á ferð í Suðuroynni

Sangarar frá Det Kgl. Teater vitja í Suðuroynni í hesum døgum og teir fara at hava konsertir í Vági, á Tvøroyri og í Hvalba. Á konsertunum verður sangur við urgu, klaveri og  violin við tónleiki eftir m. ø. Buxtehude, Mozart, Verdi Haendel og øðrum. Framførslurnar fevna um opera, operettu og sangleik, umframt felagssang.
                      Fyrsta konsertin var í Vágs Kirkju mikukvøldið, hóskvøld er konsert í Tvøroyrar Kirkju klokkan 19 og fríggjamorgunin klokkan 11 er konsert í skúlanum í Hvalba.
                      Ferðin er stuðlað av Vágs Kommunu, Tvøroyrar Kommunu, Hvalbiar Kommunu og Kunningarstovuni í Vági, veit heimasíðan hjá Suðurrás at siga frá.
                      Danska ferðlagið fer aftur til Danmarkar sunnudagin.