Hetta hendir tá Susanne og Rúni Brattaberg enn einaferð fara á pall leygarkvøldið kl. 19 í Kleivini á Vágseiði, saman við amerikanska pianistinum Christopher Arpen. Mikukvøldið høvdu tey nevniliga konsert í gjónni í Elduvík.
Rúni byrjaði sína sangkarrieru í kirkjukórinum Ljómi fyri eini 20 árum síðani. Hann hevur áður sagt, at lærutíðin í kórinum var høgt í metum, og var eitt gott grundarlag fyri tí, sum hann nú fæst við.
Á skránni á konsertini eru tónlistarligar perlur frá kendu operaverðini. Ágóðin av konsertini fer til nýggja Ljómhúsið, sum kirkjukórið Ljómur keypti fyrr í summar. Endamálið við hesum húsinum er at verða savningarstað til felagstiltøk, umframt at listafólk sum vitja Suðuroynna kunnu gista her.
Atgongumerki til konsertina kosta 100 kr., íroknað ábit og kaffi. Skuldi tað ikki viðrað, verður konsertin í kirkjuni í Vági.