Opera-Teitur á dvd

Í dag kemur nógv umrødda konsertin, sum Teitur helt í Operahúsinum í Keypmannahavn, út á dvd. Í tí sambandi verður konsertin víst á stórskíggja í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Tað var í november í 2008, at Teitur saman við Underholdningsorkestret hjá DR og Vokal Ensamblet spældi í Operahúsinum. Síðani er sama konsert víst á einum av sjónvarpsrásunum hjá DR, og nú kemur hon altso út á DVD.

Henda útgáva verður ? eins og konsertin á sinni ? róst í donskum fjølmiðlum. Tónleikablaðið Gaffa gevur henni fýra av seks møguligum stjørnum.

»Lyd og billeder er i topkvalitet, og der er gjort meget ud af de detaljer, der er at finde i oplevelsen som helhed. A Night At The Opera, Teitur-style, er bestemt en oplevelse, der tåler mange gentagelser på koncertscenen hjemme i stuen«, skrivar blaðið á heimasíðuni.

 

Umframt sýningina við Teitur í Operahúsinum, verður eisini ein annar tónleikafilmur vístur í Føroyahúsinum í kvøld. Haraftrat vera umboð fyri whisky-áhugabólkin EinMalt til staðar.

 

Tiltakið í Føroyahúsinum byrjar klokkan sjey í kvøld og eru tað Playground Music, Nice Advice, Tutl og EinMalt, ið standa fyri tí.