Open by night

Í kvøld hava handlarnir í Klaksvíkar Handilsfelag opið til klokkan 23. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Handilsfelagið skipar fyri

Klaksvík:
Formaðurin í Klaksvíkar Handilsfelag Jógvan Jacobsen, sigur, at tað er ójavnt, hvussu vær umtókt eitt tílíkt tiltak er millum limirnar. Summi lata væl at, meðan onnur lata minni væl at.
- Men soleiðis vil tað altíð verða, sigur Jógvan.
Hetta tiltakið varð roynt tvær ferðir í fjør, og tað hevur víst seg at eydnast rímuliga væl. Jógvan Jacobsen sigur, at um tað fellur á ein góðveðursdag, so kann tað vísa seg at verða sera hugnaligt.
Onkuntíð hava handlar eisini skipað fyri onkrum serligum tiltaki í sambandi við Open by night ella langan leygardag. Til dømis hava handlar skipað fyri mótasýning úti og eisini hevur verið høvi til at fáa ein kaffimunn uttandura.
Jógvan Jacobsen sigur, at handlarnir koyra eisini ofta onkur serlig tilboð í sambandi við tílíkar dagar, og tað er ofta avgerandi fyri undirtøkuna eisini.
Klaksvíkar Handilsfelag tilrættisleggur tiltøk fyri eitt hálvt ár í senn. Og so verður ætlanin løgd fyri limirnar á fundi, og so verður atkvøtt um tað.
Fyrst umhugsaðu tey at hava langan leygardag í hesi vikuni heldur, men orsakað av at seinasti dysturin í landskappingini í fótbólti verður leygardagin, so hava tey heldur valt at hava Open by night.
- Nú er tað so greitt, at HB er føroyameistarar, men tað vistu vit ikki, tá vit gjørdu av at hava Open by night heldur enn langan leygardag. Tað verður konfirmatión sunnudagin, og tað er kanska serliga við tí fyri eyga, at tað verður skipað fyri hesum tiltakinum. Og eftirsum at seinasti dystur er leygardagin, so kundi tað væntast, at undirtøkan ikki fór at verða so góð. Tí valdu vit heldur at geva fólki ein møguleika til at keypa seint fríggjakvøldið, greiðir Jógvan Jacobsen frá.
Hann leggur at enda afturat, at tá tað hevur verðið skipað fyri tiltøkum í býnum í sambandi við tiltøk hjá Handilsfelagnum, at tá eru tað handlarnir sjálvur, sum skipa fyri tí og ikki Klaksvíkar Handilsfelag, sum tað onkuntíð hevur verið hildið.