Við Vectra GTS útgávuni fer Opel í beinleiðis kapping við sportligar bilar við stórum motorum. Í mun til Vectra sedan er fríhæddin 2 cm lægri, fjaðraskipanin er strammari og bilurin hevur 17" hjól og sportligar koyrieginleikar. Í standard útgávuni er bilurin sera væl útgjørdur við t.d. sportssetrum, ið kunnu stillast allar vegir bæði hjá bilføraranum og síðumanninum, rattið er leðurbetrekt, alu-look panelir, el-rútar eru í forhurðunum, eisini er airconditionskipan við ventilatiónskanalum til tey ferðandi á baksetrinum. Vectra GTS fæst við trimum ymiskum bensin-motorum. Tann minsti motorurin er ein 1,8 litur við 122 hk, síðan er tað 2,2 litur motorurin við 147 hk. Tann størsti er 3,2 litur V6 motorurin við 211 hk. Hann koyrir frá 0-100 km/t uppá 7,5 sek, og toppferðin er 250 km/t. Við tí bilinum kemur Opel í beinleiðis kapping við bilar sum Ford Mondeo ST220 og Alfa Romeo 156 GTA.
???????
Vectra GTS 2,2
Motorurin2,2 litur 16V bensin 147 hk
0-100 km/t10,2 sek
Bensinnýtsla11,6 km/l
Stødd og vekt
Longd459,6 cm
Breidd179,8 cm
Hædd146,0 cm
Eginvekt1350 kg
Totalvekt1925 kg
Prísurkr. 285.000,-
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
við Oyggjarvegin
FO-110 Tórsahavn
Tel. 345400