Opel Combo - eitt framúr flutningstól til gerandisuppgávurnar
Opel Combo ein vørubilur ið er bíligur rakstri og við øllum teimum eginleikum, tær tørvar, um tær tørvar eitt framúr flutningstól til gerandisuppgávurnar
Hóast nógvir eru um boðið, er tað eingin annar av bilunum í sama flokki, sum hevur líka gott pláss fyri viðføri sum Opel Combo. Verður setrið høgrumegin lagt niður í Cargo útgávuni, fæst eisini longsta lastarrúmdin yvirhøvur í bólkinum.
Opel Combo lastar heilt upp í 850 kilo og rúmar heilt upp í 3.200 litrar, umframt at eindir upp í 2,70 metrar í longd sum einki ganga í hann. Hartil er ein 62 cm breið dragihurð á síðuni, ið gevur fleiri møguleikar, tá fyllast skal í bilin.
Til Opel Combo fæst ein ørgrynni av eykaútgerð, ið lættir um allar arbeiðsuppgávur. Við øðrum orðum ein bilur, ið kann snikkast júst eftir tørvinum í hvørjum einstøkum føri.
_______________________________________________________________________________
Opel Vivaro flytur mørk
At donsku grannar okkara valdu Opel Vivaro sum »Ársins vøruvogn« í 2002, var ikki av tilvild. Vivaro er eitt modell, sum hevur flutt mørk og hert krøvini til júst hetta slagi av bilum, ið nógv meira krevst av, síðani Vivaro kom á marknaðin
Niður í smálutirnar er framleiðslan av Opel Vivaro trygdartryggjað, og tann, ið hevur stóran flutningstørv, kann nú røkja sítt arbeiði og fáa eitt satt njótilsi samstundis. Tað er ikki øðrvísi at koyra í persónbili, enn tað er at koyra í Opel Vivaro.
Somuleiðis er Vivaro fyrsti vøruvognurin við seks girum, og er tað ein av orsøkunum til, at bilurin er so bíligur í rakstri, sumstundis sum hann orkar og kann tað, ið kravt verður av einum vøruvogni nú á døgum.
Opel Vivaro fæst bæði sum vanligur vøruvognur og sum kombi- ella minibussur í tveimum longdum.
______________________________________________________________________________
Finn tann rætta Opel Movano til tín tørv
Vinnurekandi við tørvi á góðum flutningsamboðum kunnu frøast um teir møguleikar, ið Opel Movano kann geva teimum. Hesin bilurin er nýggjasta íkastið hjá Opel til alsamt vaksandi tørvin á fjølbroyttum vøruvognum
Hóast Movano er ein stórur vørubilur, er hann lættur at koyra og lasta, og innan er hann útgjørdur sum ein annar persónbilur. Júst hetta er nakað, ið ger tað hugaligt at røkja arbeiðsuppgávur við einum Opel Movano.
Alt eftir, hvat tú hevur brúk fyri, kanst tú uttan iva finna júst tað rætta modellið til tín tørv, tí Opel Movano fæst í fleiri grundútgávum, ið hvør hevur sína styrki, so sum ymsa vekt og hædd.
Opel Movano fæst bæði sum kassavognur, Chassis og Combi.
______________________________________________________________________________