Í heyst kemur ein nýggjum Opel Insignia á marknaðin, sum fer at avloysa núverandi Opel Vectra. Insignia verður ein framkomin bilur við nýggjastu motortøknini, aktivari trygd og umhvørvisvernd. Talan er um ein bil, sum verður bygdur í Týsklandi á Opel verksmiðjuni í Rüsselsheim, sum er ein av mest modernaðu og framkomnu bilverksmiðjum í heiminum.
Insignia er 4,83 m langur og er sostatt umleið 20 cm longri enn tann núverandi Vectra. Insignia kann fáast við nýggjastu AFL (Adaptive Forward Lighting) lyktum, sum fylga vegnum tá bilurin snarar, umframt at hann eisini fæst við LED-koyriljósum.
Fleiri bensin- og dieselmotorar vera at velja í millum: Bensinútgávurnar byrja við 1,6 litra við 115 hk og tann størsti verður ein V6 við 260 hk. Tríggir dieselmotorar frá 110 hk til 160 hk við beinleiðis innspræning Insignia kemur eisini í eini ecoFLEX útgávu við sera lágum CO2 útláti.
Tá Insignia, sum verður drivin av forhjólunum, kemur á marknaðin í heyst, verður hann eisini at fáa í einari 4-hjólsdrivnari útgávu “Adaptive 4X4”.