Tað hendir nógv innan bildesign í løtuni, heilt frá tí vanliga til tað heilt ekstrema. Designstjórin hjá Opel, Martin Smith, sigur at teir við hesum bilinum ynskja at vísa hvussu sportligur ein sportsedan við trimum hurðum og plássi til fýra ferðandi kann síggja út. Í samstarvi við Opel deildina fyri framkomnar bilar, satsaðu teir uppá ein smartan bil. Av tí at talan er um ein konseptbil, hava designarnir størri fríheit, enn um bilurin skal í framleiðslu. Tann lága runda taklinjan, saman við kraftigu linjuføringini, fær bilin at síggja út sum hann altíð er klárur til at leypa avstað.