Í hesum døgum síggja vit alt meira til nýggj bilmodell, sum líkjast bilum frá 50- og 60-unum. Vit hava sæð tað við t.d. VW New Beetle, Mini Cooper og Ford Mustang.
Nú er tað Opel, sum hava eina spennandi avdúking á bilaframsýningini í Genéve, sum verður fyrst í mars. Tað er bilurin, sum er undir presendingini á myndini, ein nýggja útgáva av Opel GT.
Nýggi bilurin verður drivin av bakhjólunum, hevur 4 syl. motor, og designið líkist Opel GT, sum fyrstu ferð var sýndur fram á Frankfurt Motor Show í 1965, og kom á marknaðin í 1968.
Opel GT var framleiddur í yvir 100.000 eindum frá 1968-73, og síðan hevur bilurin verið eitt samlaraobjekt um allan heimin.
Kelda: GM Danmark