Opel Eye, sum skipanin eitur, avlesir og kennir øll vegskeltini. Er t.d. ferðmarkið 80 km/t, lýsir eitt tilsvarandi skelti í instrumentborðinum í bilinum. Opel Eye ávarar eisini bilføraran, um bilurin er við at fara út av koyribreytini.
Í fyrstu atløgu verður Opel Eye skipanin bert at fáa sum eykaútgerð í nýggja Insignia, sum avloysir Opel Vectra seinni í ár, men við tíðini verður skipanin eisini at fáa sum eykaútgerð til aðrar Opel bilar.
mg.