Opel besta týska bilmerki

"AutoBild Quality Report 2006"

Sambært eini kvalitetsfrágreiðing hjá týska bilmagasininum AutoBild, hava Opel tann besta kvalitetin av øllum týskum bilum.
 
"AutoBild Quality Report 2006", sum frágreiðingin eitur, vurderar t.d. kvalitetin í bilinum, service, kundanøgdsemi og hvussu álítandi og feilfríur bilurin er.
 
Fleiri aðrar kanningar sum t.d. ein kanning hjá kenda analysustovninum J.D. Power vísti, at Opel Signum lá framman fyri allar aðrar týskar bilar.
 
Bilmagasinið AutoBild brúkar fleiri ymiskar mátar at koma til teirra vurderingar. Í hesi kanningini spurdu teir ikki minni enn 24.000 bileigarar.