OPEC trýstir oljuprísin

Óttin fyri at OPEC-londini fara at skerja oljuframleiðsluna fær nú oljuprísin at hækka. Mánamorgunin kostaði ein tunna av olju $ 63,18 sambært Bloomberg-vísitalinum, og er hetta 27 cent meira, enn við endan av seinastu viku. Europiska Brent-vísitali hevði ein prís á $ 62,70 fyri tunnuna, og er hetta eitt fall í mun til prísin í seinastu viku. Amerikanskri eygleiðarar halda, at OPEC-londini skerja framleiðslu, so prísurin verður verandi oman fyri $ 60 fyri tunnuna.