Felagsskapurin fyri oljuframleiðandi londini OPEC avgjørdi í dag, heldur óvæntað, ikki at skerja oljuframleiðsluna. Flestu eygleiðarar hildu, áðrenn fundin í Wien, at OPEC enn einaferð fór at skerja framleiðsluna. Eftir avgerðina hjá OPEC um ikki at minka um framleiðsluna, er oljuprísurin fallin i dag. Prísurin á norðsjóaroljuni liggur í løtuni um 42 dollarar fyri tunnuna.
Tað at OPEC ikki skerdi framleiðsluna taka fleiri eygleiðarar sum tekin um, at OPEC nú hevur slept málinum um at fáa oljuprísin upp á 75 dollarar fyri tunnuna í 2009. Eygleiðarar eru ójavnir á máli um, hvussu prísurin á oljuni fer at hátta sær. Flestu halda, at alt velst um hvussu leingi kreppan í alheimsbúskapinum varir. Um búskapurin ikki vendur, so fer eftirspurningurin eftir olju framvegis at verða lágur, og harvið verður prísurin eisini lágur í rúma tíð afturat.
OPEC byrjaði at skerja oljuframleiðsluna seinasta heyst, eftir at oljuprísurin var fyri stórum falli. Síðani tá hevur OPEC minkað um framleiðsluna við 4,2 milliónum tunnum um dagin. Hetta hevur gjørt, at prísurin í 2009 hevur verið rímuliga støðugur um 40 til 45 dollarar fyri tunnuna.
Tey 12 limalondini í OPEC felagsskapinum eru: Saudi Arabia, Kuwait, Iran, Iraq, Sameindu Arabisku Emiratini, Qatar, Algeria, Nigeria, Libya, Venezuela, Ecuador og Indonesia. OPEC limalondini framleiða umleid 40% av samlaðu oljuframleiðsluni i heiminum. Síðani juli mánað í fjør er oljuprísurin fallin við yvir 100 dollarum fyri tunnuna, frá 147 dollarum til dagsins pris uppá 43 dollarar fyri tunnuna.