OPEC framskundar kreppufund

OPEC-londini fara at tosa um, hvussu fíggjarkreppan ávirkar oljuprísin OPEC-londini boðaðu herfyri frá, at tey fóru at halda fund um fíggjarkreppuna miðskeiðis í november, men nú er fundurin framskundaður og verður tann 24. oktober.

Í einum tíðindaskrivi sigur OPEC, at felagsskapurin stúrir fyri avleiðingunum av búskaparkreppuni, og hvussu kreppan ávirkar prísin á ráolju.

Kreppufundurin hjá OPEC verður í Wien.