Onyszko skal taka avgerð

Í heyst var pólski málmaðurin Arek Onyszko sekkjaður í danska felagnum FC Midtjylland, eftir at hann hevði givið ein umstrídda bók út. Síðani hevur Onyszko ikki havt nakað felag at spæla, men nú skal tann 35 ára gamlið málmaðurin taka avgerð um sína framtíð. Líkt er til, at Onyszko ætlar sær at halda fram við at spæla, og umboðsmaður hansara roknar við, at ein avgerð fellir um framtíðina fyri nýggjár.