On- ella offside
Tað vóru fleiri, sum vildu vera við, at seinna franska málið als ikki skuldi verðið góðkent. Hetta tí tey hildu Djibrill Cissé vera rangstaddan. Hetta er tó ikki so, og var talan um rangstøðu, so var tað í øllum førum ikki málskjúttin, sum var rangstaddur.
Niklas á Líðarenda, næstformaður í FSF, er fyrrverandi altjóða dómari, og hann greiðir soleiðis frá um reglurnar.
- Ein spælari er rangstaddur, um hann í rangstøðu fær bóltin, hevur fyrimun av síni støðu, ella órógvar spælið. Cissé var sjálvandi í rangstøðu, tá bólturin verður spældur út í síðuna, men hevur onga ávirkan á spælið, og órógvar sum so einki.
- At hann so eftirfylgjandi fær ein veldugan fyrimun, tá bólturin verður spældur inn, hevur einki við sakina at gera. Tá er talan um eina nýggja støðu, sum skal síggjast fyri seg, og hann var so ikki rangstaddur, tá bólturin verður lagdur til hansara. Var talan um rangstøðu, so skuldi tað verið, tí Giuly, sum legði upp til málið, var rangstaddur, og tað dugi eg so ikki at siga, um hann var, sigur Niklas.
So í veruleikanum var hatta kanska eitt skúladømi um, nær tað skal veittrast og ikki?
- Tað kanst tú gott siga. Tað er nokk heldur eingin loyna, at hatta er ein regla, sum vit ikki hava fingið gjøgnumført nóg væl enn. Uttanlands hava dómararnir lagt sera stóra áherslu á hetta, síðani broytingin varð gjøgnumførd, og tað kundu vit kanska eisini gjørt her. Vit hava kanska prioriterað øðrvísi í so máta, men tað er eingin ivi um, at hetta eisini kemur at sláa ígjøgnum her heima, sigur altso Niklas á Líðarenda at enda.










