Ónøgd við Sandoyar sýslu

Nýggjur økisleiðari er settur í Sandoyar sýslu, men felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar eru ikki nøgd.

Nýggjur økisleiðari er settur fyri økistænastuna í Sandoyar sýslu, men felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar er ikki nøgd við setanina. Hóast fleiri av limum felagsins hava søkt starvið, er ein við nógv styttri útbúgving sett. Felagið hevur tí vent sær til formannin í stýrinum fyri økistænastuna í Sandoyar Sýslu og spurt, hvør hevur sitið í setanarbólkinum.

Felagið sjálvt kann ikki biða um alment innlit í avgerðina hjá setanarbólkinum, men hevur heitt á sínar limir, sum hava søkt, um at fáa eina útgreinaða grundgeving fyri, hví tann setta er vald fram um tey. 

Felagið vísir millum annað á, at almenni setanarpolitikkurin greitt ásetir, at ein setanarnevnd verður sett at meta um umsøkjarar, viðgera umsóknir og hava setanarsamrøður og at í setanarbólkinum skulu sita umboð fyri leiðslu og starvsfólk.

- Í Sandoynni hava eingi umboð fyri sjúkrarøktarfrøðingar verið í setanarbólkinum. Ei heldur eru álitisumboðini biðin við, sigur Óluva í Gong, forkvinna fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

- Endamálið við almenna setanarpolitikkinum er at tryggja, at stovnurin setir umsøkjara, sum út frá einum heildarsjónarmiði er best egnaður til starvið. Hesar ásetingar eru sjálvandi gjørdar fyri at eingin ivi skal vera um, at best skikkaða starvsfólkið verður sett í starv, sigur Óluva í Gong, sum altso heldur, at almenni starvspolitikkurin er settur til viks í hesum málinum.