Real Madrid tapti í gjár annan dystin upp í slag í La Liga, tá Atletico Madrid var á vitjan á Santiago Bernabéu. Grannarnir úr Atletico Madrid vunnu dystin 2-1 við málum frá Tiago og Arda Turan, meðan Cristiano Ronaldo skoraði málið hjá Real Madrid – upp á brotsspark, ið varð gjørt móti porgugisanum sjálvum.
Í eina tíð hevur ljóðað, at tað er órógv í hópinum hjá Real Madrid. Hetta kom millum annað til sjóndar, tá felagið seldi Ángel Di María. Ein av teimum, sum hevur víst sína ónøgd er Cristiano Ronaldo, sum nú javnan verður settur í samband við feløg í Premier League. Har í millum fyrrverandi felagið hjá sær, Manchester United.
Hetta hevur tó staðið á í eina tíð, tí bretskir miðlar skriva um vikuskiftið, at Cristiano Ronaldo váttar, at hann í 2013 var í samráðinum við Manchester United. Felagið var tá ikki sinnað at gjalda honum lønina, sum hann vildi hava.
Miðlarnir skriva nú, at Manchester United í summar hevur prógvað, at teir eru sinnaðir at gjalda høgar lønir fyri teir bestu spælararnar í heiminum. Tí er eitt skifti fyri Cristiano Ronaldo aftur á skránni.
Cristiano Ronaldo hevur fyrr verið upp á kant í Real Madrid. Millum við José Mourinho, tá hann var venjari í felagnum. Teir eru eisini kent, at tað eru innanhýsis uppgerðir í hópinum millum spælarar sum Iker Casillas og Alvaro Arbeloa.
Maðurin í miðjuni í órógvinum er Jorge Mendes, stjørnu-umboðsmaðurin, sum hevur spælarar sum Cristiano Ronaldo, Radamel Falcao, Ángel Di María, James Rodriguez, Fabio Contrao og Pepe, umframt venjaran hjá Chelsea, José Mourinho.
Hann og forsetin í Real Madrid, Florentino Perez, skulu eftir øllum at døma vera ósamdir um søluna av Ángel Di María. Cristiano Ronaldo hevur úttala seg, at hann ikki hevur gjørt sum leiðslan í Real Madrid hevur gjørt, um tað stóð upp til hann.
Hóast órógv í eina tíð, so vann Real Madrid farna kappingarár Champions League. Tó so, so siga viðmerkjarar, at Cristiano Ronaldo ongantíð hevur verið nærri at skifta frá Real Madrid enn hann er í løtuni.
Barcelona á odda
FC Barcelona og nýggi venjarin, Luis Enrique, hava fult stigatal eftir tríggjar dystir. Barcelona vann í gjár 2-0 á Atletic Bilbao á Camp Nou. Neymar Jr skoraði bæði málini seint í dystinum.
Barcelona stríðist við at fáa skil uppá verjupartin, sum ikki riggaði serliga væl farna kappingarár. Higartil er einki mál komið í gjøgnum hetta kappingarárið, men avrikini hava ikki verið so sannførandi, at viðmerkjarar meta at Barcelona er á toppinum aftur.
Atletico Madrid sær út til at hava fatur í rætta endanum aftur í ár, hóast Diego Simeone hevur fingið átta dystir bann. Meistararnir hava fingið sjey av níggjum stigum higartil.